Hvat er hent í mars og fram til hálvan apríl?
Meðan altjóða partabrøv fullu við heili 5 prosentum í mars, er alt hetta fallið og meira enn tað vunnið
innaftur fyrstu vikurnar í apríl, so altjóða partabrøv nú eru vaksin gott hálvttriðja prosent higartil í ár.
Meðan orka og varlig partabrøv kláraðu seg best undir afturgongdini í mars og cyklisk partabrøv og
tøknipartabrøv kláraðu seg ringast, so eru leiklutirnir øvugtir í apríl.
Stuttfreistaðu renturnar eru hækkaðar nógv í ár og tær langfreistaðu nakað minni, og tí hava bæði
stutt- og langfreistaðu lánsbrøvini negativt avkast upp á umleið -1 % higartil í ár. Vinnu- og
hárentulánsbrøv hava fylgt við gongdini upp og niður á partabrævamarknaðinum síðani árslok, og tey
liggja nú á tilsamans 0% í avkasti.
Orkuprísirnir hækkaðu sera nógv í mars, meðan nógvir metallprísir – íroknað gull – fyrst fullu og síðani
eru farnir uppaftur.
Hví? Kríggið í Iran stýrir marknaðunum fullkomuliga – inntil nú
Tíðindaflutningurin um gongdina í krígnum millum USA/Ísrael og Iran, broyting í oljuprísinum og
váðametingarnar um stagflatión hava fullkomuliga stýrt øllum broytingum á altjóða fíggjarmarknaðum.
Næstu vikurnar fara íleggjararnir helst eisini at hyggja neyvari at roknskapunum frá fyritøkum um allan
heim, sum vísa, hvussu fíggjarliga gongdin hevur verið fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Hetta kann eisini
ávirka kursirnar báðar vegir.
Trý framlit um kríggið í Iran – íleggjararnir halla at teimum positivu
Nógvir fíggjarstovnar arbeiða við ymsum – vanliga trimum – framlitum um, hvussu kríggið í Iran kann
broytast. Tað er ymiskt frá fíggjarstovni til stovn, men framlitini eru nøkulunda endurgivin niðanfyri:
1: Stigvís minking, skjótur bati
Vápnahvíldin er frysta stigið til eina stigvísa minking. Flutningurin um Hormuz-sundið kemur í rættlag
innan fyri ein mánað, oljuprísirnir eru støðugir á $80-90, partabrævamarknaðirnir og serliga
partabrøvini, sum ávirkast lættliga av príslagnum, vaksa, renturnar fara niður og evran upp, men
nervøsiteturin verður verandi orsakað av óttanum fyri, at stríðið herðist aftur.
2: Framhaldandi avmarkingar, støðan batnar so líðandi
Tað tekur fleiri mánaðir, áðrenn skipaferðslan er komin í rættlag, og Iran hevur framvegis tamarhald á
Hormuz-sundinum, so óvissan er framvegis stór. Oljuprísirnir liggja um $110-120, miðbankarnir kunnu
ikki lækka renturnar. Partabrøv kunnu fara upp, men bara eitt sindur og undir nógvari órógv og við
hágóðskupartabrøvum í oddanum.
Støða 3: Framhaldandi stríð og sundsstongsul
Stríðið heldur fram, sundið verður verandi stongt í fleiri mánaðir afturat, oljuprísurin eksploderar upp í
150-180 dollarar og darvar altjóða vøksturin munandi og fokus í fíggjarpolitikkinum fer frá at forða fyri
inflatión til at stuðla vøkstri og størvum. Miðbankarnir lækka renturnar munandi, og íleggjarar fara eftir
íløgum í afturgongd sum orku og defensivum partabrøvum, tryggum lánsbrøvum og USD og CHF.
Positiva gongdin á marknaðunum vísir, at íleggjarar altjóða framvegis vænta støðu 1 og at vit tí hava
havt tey ringastu kursfallini í hesum umfarinum.







