INNKALLING – til ársaðalfund í Ognarfelagnum LÍV
Við hesum verður innkallað til ársaðalfund hjá Ognarfelagnum LÍV týsdagin tann 21. apríl 2026, kl. 10.00, á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, 100 Tórshavn.
Dagsskráin er sambært § 17 í viðtøkunum.
Høvuðsinnihald í innkomnum uppskotum til viðtøkubroytingar:
- Broyting í § 4: Limir í Ognarfelagnum LÍV verða framyvir at rokna sum limir, einans um tey eru tryggingartakarar ella tryggjað í P/F Tryggingarfelagnum LÍV, í mun til áður at hava verið øll tey, sum hava eitt tryggingarkundaforhold við eitt av feløgunum hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV.
- Broyting í § 7, stk. 1: At talið av umboðsráðslimum verður í mesta lagi 35 limir. Sostatt fellur § 7, stk. 2 burtur.
- Broyting í § 7, stk. 1: Av teimum meir enn 35, sum ikki eru vald í Umboðsráðið, eru tey at rokna sum eykavald í somu raðfylgju, sum tey hava fingið atkvøður til.
- Nýggj § 7, stk. 4: At Umboðsráðið skal áseta eina reglugerð fyri sítt arbeiði. Samtykt og broyting av reglugerðini krevur 2/3 meiriluta í Umboðsráðnum.
- Broyting í § 9, stk. 6: Áseting av, at Umboðsráðið skal mannast við í minsta lagi 30 limum. Um færri enn 30 valevni eru uppstillaði, velur Umboðsráðið sjálvt vantandi limirnar.
Til ber at tekna seg til aðalfundin við at senda ein teldupost til ognarfelagid@liv.fo. Freist at boða frá luttøku til aðalfundin sambært § 6, stk. 2, í viðtøkum felagsins, er 13. apríl kl. 10:00.
Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV





