fo / en

Marknaðarkunning fyri oktober 2025

Framgongd í bæði parta- og lánsbrøvum í oktober

Gongdin á partabrævamarknaðinum hevur verið góð síðani apríl, og hon helt fram í oktober við
einum avkasti upp á heili fýra prosent. Síðani hesa tíðina í fjør eru altjóða partabrøv vaksin 8,8
prosent. Hetta kemst serliga av framgongdini á partabrøvum frá nýggju marknaðunum, úr Japan
og frá vitlíkis- og tøknivirðisbrøvum – herundir teimum stóru Magnificent-7-virðisbrøvunum í
USA. Donsk partabrøv vuksu 3,5 prosent, men liggja framvegis nakað aftanfyri og eru negativ fyri
alt árið – serliga orsakað av afturgongdini í Novo-partabrævinum. Ikki-váðafúsu partabrøvini eru
eisini sum heild nakað aftan fyri marknaðargongdina, tó ikki heilsupartabrøv, sum íleggjarar
tykjast at gerast meira áhugaðir í.

Rentufall í USA elvdi til smá positiv avkøst á lánsbrøvum í oktober – bæði á stats-, realkreditt- og
vinnulánsbrøvum. Bestu avkøstini vóru tó enn einaferð á lánsbrøvum í hárentulondum. Avkastið
í oktober er 1,9 prosent, og tað er 10,6 prosent samanborið við hesa tíðina í fjør.

Prísurin á málmi setti nýtt met í oktober, men kúvendi síðani og endaði við at falla síðst í
mánaðinum saman við kryptogjaldoyrum. Oljuprísirnir hildu seg lágar, meðan dollarin styrktiskt.

Hví? Nøktandi roknskapir, vitlíkis-ovfarakæti, handilslig vápnahvíld og vendingar

Nógvir haldgóðir roknskapir í triðja ársfjórðingi gjørdu sítt til at varðveita góðu gongdina á
partabrævamarknaðunum. Og trúgvin upp á uppgongutíðirnar í vitlíkisvinnuni varð staðfest við
uppaftur størri íløguætlanum í seinastu roknskapunum hjá amerikonsku tøkni-risunum.
Árslanga vápnahvíldin í handilskrígnum millum USA og Kina ger eisini mun rætta vegin.

Seinastu vikurnar hava stórar og nógvar lánsfíggjaðar íløgur hjá privatum íleggjarum verið
stongdar, og tað hevur skapt nakað av óvissu á partabrævamarknaðinum. Og færri positiv tekin
frá amerikanska miðbankanum hava eisini gjørt sítt. Formaðurin í miðbankanum Jerome Powell
gevur greiðar ábendingar um, at hann heldur, at íleggjararnir vænta í so nógvar rentulækkingar
frá Fed’s komandi árið.

Stongsulin í amerikanska statskassanum elvir til, at fleiri týdningarmikil búskaparlig lyklatøl,
sum kunnu siga nakað um, hvussu gongdin í USA er, koma seinni út.

Hóast óvissin er vorðin størri, trúgva tey flestu framvegis upp á eina lagaliga lending sum
makrostøðu. Tað er tann sokallað “Gull-lokk” støðan, har talan er um góða gongd við bæði
parta- og lánsbrøvum.

Íleggjararnir fara tí at halda eyga við, um vaksandi inflatión ella minkandi vøkstur fara at
oyðileggja núverandi góðu gongdina.

Aðrar greinar