fo / en

Kunning um avkast

2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum


Í 2025 var gongdin í næstan øllum íløgubólkum nøktandi.


Verri gekst tó við altjóða partabrøvum, og av tí at hesin parturin er tann størsti, ávirkaði hann
avkastið neiligt í 2025.


LÍV verður samanborið við danskar eftirlønarkassar. Ein fortreyt fyri hesi samanbering er, at
íløgusamansetingin hjá LÍV og donsku eftirlønarfeløgunum líkist. Tí fór LÍV fyri trimum árum
síðani undir at dagføra íløguøkið, har útgangsstøðið fyri samanbering var tikið í einum kunda
við miðalváða og meira enn 15 árum eftir til eftirlønaraldur.


Um hugt verður at heildini, fluttu hesar broytingar úrslitið rætta vegin – serliga í 2024, tá ið
avkastið hjá einum kunda við miðal váða var oman fyri 10%. Men í 2025 var gongdin í altjóða
partabrøvum verri – millum annað tí at amerikanski dollarin viknaði lutfalsliga nógv. Tað
ávirkaði avkastið í fjør, sum bleiv 1,77% fyri ein kunda við miðal váða. Tað er ikki nøktandi.


LÍV eftirmetir mánaðarliga avkastið, og tí kemur avkastið í 2025 ikki óvart á felagið. Hendan
vitanin hevur havt við sær, at LÍV hevur gjørt broytingar í íløgusamansetingini. M.a. er
samansetingin í íløgubólkinum High Yield (virkislánsbrøv) broytt og tað hevði við sær, at LÍV í
2025 harafturat fór at keypa passivar íløgugrunnar (index-fondar), sum fylgja marknaðinum,
sum eisini partvís avdekka amerikanska gjaldoyraváðan.


Íløgur í fastogn


Seinastu árini hevur LÍV eisini gjørt íløgur í sokallaðar “alternativar íløgur”. Eitt nú í fastognir ella
“Private Equity”. Sum einasta eftirlønarfelag í Føroyum byggir LÍV leiguíbúðir, men tað tekur
langa tíð at fáa gongd á hetta slagið av íløgum, og tí raka tær altíð avkastið í byrjanini. Felagið
hevur ein málsetning um at hava bygd umleið 100 leiguíbúðir fram til summarið 2027.
Væntandi eru 64 útleigaðar í september 2026, meðan 22, sum eru bygdar saman við
Bústøðum, hava verið á marknaðinum í eitt gott ár.

Men hesar íløgurnar tryggja virðisøking á eftirlønaruppsparingunum í longdini og gagna
føroyska samfelagnum, og tí fegnast LÍV um at vera virkin partur av føroyska
bústaðarmarknaðinum.

Grundleggjandi munir


Gongdin í útvaldum íløgugrunnum í altjóða partabrøvum hevur ikki verið so góð, sum LÍV
hevði væntað, og tað hevði við sær, at LÍV í 2025 harafturat fór at keypa passivar
íløgugrunnar, sum fylgja marknaðinum.


Men nakrir munir eru millum LÍV og donsku kappingarneytarnar. Tað vísir eftirmetingin í 2025
og árunum frammanundan.


Ein munur er, at donsku feløgini tryggja seg móti gjaldoyraváðanum í amerikanska
dollaranum. Hendan leistin hevur LÍV ikki brúkt, tí hann hevur ein innbygdan kostnað. Fyrra
hálvár 2025 merkti tað ein mun í avkastinum upp á 2,9%, samanborið við eitt felag, sum
hevur tryggjað seg móti gjaldoyraváðanum.


Ein annar munur er, at íløgurnar hjá LÍV ikki hava verið so nógv knýttar at M7-tøknipartabrøvunum.
M7 stendur fyri the “Magnificent 7” og eru partabrøv í amerikonsku
tøknifyritøkunum Alphabet, Amazon, Apple, Meta, Microsoft, Nvidia og Tesla, sum høvdu
óvanliga stór avkøst í 2025.


Hesi partabrøvini hava høgan váða, tí íløgurnar eru savnaðar á fáum fyritøkum. Tær eru meira
enn ein triðingur av S&P 500-indeksinum, og um virðið á teimum minkar, kann tað raka hart.


Samanumtikið má staðfestast, at árið 2025 ikki var nøktandi, men LÍV arbeiðir áhaldandi fyri
at vera kappingarført við donsk eftirlønarfeløg, tá ið tað kemur til avkast og kostnað.

Aðrar greinar