VIRKISDAGUR 3. NOVEMBER

  • 09 Oct 2017
  • - LÍV

Fríggjadagin 3. november 2017 frá kl 10 - 15 verður Virkisdagurin hildin í Smæruni. 

 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tú ert vælkomin at boða frá luttøku við at melda til her.

 

Tryggingar eru at rokna sum ein ágóði hjá starvsfólkum. Dagurin gevur innlit í hvørjir tryggingarmøguleikar eru, og á hvønn hátt tryggingarskipanir kunnu økja um trivnaðin á starvsplássinum. Umboð hjá fyritøkum - sum longu hava tryggjað síni starvsfólk - greiða frá, hví tey valdu at tekna hesar tryggingar og hvørjar royndirnar eru.

Viðgerðartrygging er ein skjótt vaksandi marknaður. Per Østergaard, stjóri hjá Mølholm Forsikring greiðir frá, hvussu hesar tryggingar eru mentar, hví so er og hvørjar royndirnar eru.

Við støði í málsetningum og royndum greiðir Patrick Mortensen, Business Development Manager, Digital Services frá, hvussu PFA hevur ment sínar talgildu samskiftispallar .

Eitt gott høvi, at fáa innlit í, hvønn týdning tryggingar hava og íblástur til framtíðar uppgávur í sambandi við skipan av kundavinarligum samskiftispallum.   

 

Tú ert vælkomin at boða frá luttøku við at melda til her.

 

 

 

 

Kom og hoyr hvussu tú best fært tryggjað tíni starvsfólk

Share on :