LÍVKONTA

Útgjald av tíni pensjón

Nú útgjaldið av tínari pensjón nærkast, skal støða takast til, um peningurin skal flytast. 

Alsamt fleiri velja at lata peningin standa á LÍVKONTU. 

Hetta verður gjørt uttan stovningarkostnað. Uppsparingin verður rentað við marknaðarrentu. 

Íløgurnar í sambandi við LÍVKONTU verða gjørdar við lægsta váða. Til ber at fylgja gongdini á kontuni á kundaportalinum MÍTT LÍV.

Ásetingar við LÍVKONTU

Ásetingar við LÍVKONTU

• LÍVKONTA er ætlað teimum kundum, sum fáa eftirlønina útgoldna í einum 

• Rentan verður tilskrivað mánaðarliga 

• Árligt umsitingargjald 0,5% 

• Peningur kann takast út tvær ferðir árliga uttan kostnað 

• Avgreiðslutíðin er í minsta lagi 10 yrkadagar 

• Peningurin kann standa á LÍVKONTU, so leingi tú ynskir tað 

• Við deyða verður LÍVKONTAN útgoldin til næsta avvarðandi, um annað ikki er avtalað við okkum 

• Vit tilskila okkum rætt til at broyta í ásettu íløgureglunum fyri LÍVKONTU

 
Ynskir tú eitt prát um tínar fyrimunir við eini LÍVKONTU, hoyra vit fegin frá tær. Ring gerandisdagar á telefon 31 11 11 ella skriva til okkum her á síðuni.

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10