ÍLØGUR Í INNOVATIÓN

Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð íløgufelagið P/F Royndin sett á stovn í 2005. Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa. Íløgurnar hjá felagnum verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv í fyritøkum, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni. Hesin parturin av íløguvirkseminum hjá LÍV er lagdur í eitt sjálvstøðugt felag fyri at fáa ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV og virksemið hjá íløgufelagnum P/F Royndini. Samband: royndin@liv.fo

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10