Marknaðarinnlit – 3. ársfjórðing 2018

  • 17 Oct 2018
  • - LÍV

Politiskt órógv

3. ársfjórðingur 2018 hevur framvegis verið merktur av einum møguligum handilskríggi, samráðingar um fíggjarætlanina hjá Italia og gongdin í emerging markets.  

 

Fíggjarmarknaðurin í Evropa merktur av gongdini í Italia

Sjálvt um tað eru fleiri mánaðir síðani, at Trump byrjaði eitt handilskríggj mótvegis umheiminum, so hevur tað framvegis merkt 3. ársfjórðingin. Amerika hevur ásett ein toll á 10% fyri útvaldar vørur úr Kina og um eingin handilsavtala er fingin í lag millum londini innan ársenda, so hækkar tollurin til 25%. Sjálvt um handilssamstarvið hevur størri týdning fyri Kina, so svaraði Kina aftur við at áseta toll á útvaldar amerikanskar vørur. Handilskríggið er ikki ókent fyri fíggjarmarknaðin, so hetta hevði ikki stórvegis ávirkan á heimsmarknaðin. Seinastu tíðina hava fleiri røddir verið frammi og sagt, at vandin fyri, at hetta fær týdning fyri heimsbúskapin er øktur seinastu tíðina. Men tað kann sigast, at enn er tollurin lítil í tí stóru myndini og tí er ávirkanin á inflasjónina lítil, enn. 

Amerikanska rentan og gjaldoyra hevur havt týdning fyri gongdina í emerging markets seinastu tíðina. Serliga hevur hetta verið galdandi fyri Turkaland og Argentina. Lága rentustøðið og høga gjaldførið í Amerika seinastu árini hava gjørt tað møguligt fyri nevndu lond, at fíggja sín innlendis búskaparvøkstur úr Amerika. Tá so rentustøðið og amerikanska gjaldoyra hækkar, so hækka leypandi rentuútreiðslurnar og restskuldin økist, tí tað skulu fleiri t.d. lirar at gjalda fyri ein dollara. 

Fíggjarmarknaðurin og ES hava bíðað eftir, at Italia skuldi kunngerða sína figgjarætlan fyri 2019. Nýggja samgongan í Italia hevur sagt, at teir vilja økja um útreiðslurnar fyri at økja um búskaparvøksturin. Men tá Italia frammanundan hevur eitt undirskot, so er hetta ikki nakað, sum er í tráð við politikkin hjá ES. 

Italia kunngjørdi eina fíggjarætlan har undirskotið var 2,4% av BTÚ, meðan eygleiðarar høvdu vænta eitt undirskot á 2% av BTÚ. Ein onnur avbjóðing var, at eygleiðarar meta, at búskaparvøksturin í figgjarætlanini er ov høgur og tí ”pyntar” um undirskotið. 

Avleiðingin av hesum var, at evran viknaði, renturnar í Italia hækkaðu og partabrøvini lækkaðu. 

 

Avkastgongdin

Íløgubólkurin MR-há hevði eitt avkast omanfyri 1% seinasta ársfjórðingin, meðan íløgubólkurin MR-lág hevði eitt avkast omanfyri 0,4% fyri sama tíðarskeið. Fyri árið hava báðir íløgubólkarnir eitt positivt avkast. 

Rentustøðið hevur verið hækkandi seinastu tíðina, so hetta hevur verið neiligt fyri stats- og realkredittlánsbrøvini. Virkislánsbrøvini hava havt eitt jaligt avkast. So góða gongdin seinasta ársfjórðingin kann tilskrivast partabrævaavkasti. Myndin vísur partabræva gongdina í Evropa. 

 

Útlit fyri 4. ársfjórðing

Handilskríggið hjá Trump fer framvegis at verða á skránni komandi tíðina. Ein orsøk er m.a. at val er í Amerika í november og tað kann væntast, at Trump fer at herða retorikkin fyri at hjálpa sínum flokki. Eisini kann nevnast, at Amerika hevur fingið eina handilsavtalu í lag við Meksiko og Kanada, so tað kann væntast, at Japan og Evropa eru næst á listanum hjá Trump. Fyri Evropa óttast bilmarknaðurin avleiðingarnar av handilskrígnum. 

Samráðingarnar um Brexit hava verið í gongd í langa tíð. Men ES sigur, at komandi mánaðirnar skulu avgerðir takast. Politiski veruleikin í Stóra Bretlandi er avbjóðandi, so tað er trupult at meta um úrslitið av samráðingunum. 

Umleið hálvan oktober byrjar roknskapartíðin hjá fyritøkunum fyri 3. ársfjórðing. Góða gongdin hjá partabrøvunum seinastu árini ger, at prísásetingin er hækkað nógv. Hetta ger, at tað er týdningarmikið hjá fyritøkunum at vísa á hækkandi umsetning og úrslit, sum skal verða grundarlagið fyri prísásetingini. 

Eygleiðarar fara eisini at hyggja eftir um handilskríggið hjá Amerika hevur ávirkað fyritøkurnar, og týdningin av, at skattalættin hjá Trump fær minni og minni týdning fyri úrslitið. 

Væntandi hækkar amerikanski tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25% í desember. Eingin væntar, at evropeiski miðbankin ger tað sama. Men miðbankin hevur kunngjørt, at man steðgar uppkeypinum av lánsbrøvum í 4. ársfjórðingi og hetta kann fáa ein týdning fyri marknaðarrenturnar í Evropa. 

 

 

 

 

 

 

Góða gongdin seinasta ársfjórðingin kann tilskrivast partabrævaavkasti.

Share on :