Marknaðarinnlit – 2. ársfjórðing 2018

  • 23 Jul 2018
  • - LÍV

Handilskríggj

2. ársfjórðingur 2018 hevur verið merktur av einum møguligum handilskríggi, sum í fyrsta umfari serliga rakar Kina.  Eisini politiska óvissan í Italia, sum næstan fekk avleiðingar fyri forsetan í Týsklandi, hevur merkt tíðindaflutningin.

 

Heimsbúskapurin er framvegis sterkur, tó vakstrarferðin er minka seinasta ársfjórðingin.

Tíðindaflutningurin seinasta ársfjórðingin hevur verið merktur av kjakinum og hóttanunum um handilskríggj. Amerika, við Trump á odda, hava lagt ætlanir fyri at seta toll á innfluttar vørur, kanska serliga vørur úr Kina. At íleggjarar óttast avleiðingarnar av einum handilskríggi ímillum Kina og Amerika sást aftur á kinverska partabrævavísitalinum, sum er lækkað áleið 20% síðani Trump byrjaði sínar hóttanir á Twitter. 

Eisini hava tíðindini snúð seg um politisku óvissuna í Italia, sum kundi fáa neiligar avleiðingar fyri forsetan í Týsklandi. Kunngjørdu búskaparligu lyklatølini fyri ES og emerging markets vóru verri enn væntað, sum ger, at vakstrarferðin í heimsbúskapinum minkar eitt lítið vet. Tó skal viðmerkjast, at vøksturin framvegis er jaligur.

Síðani 2. heimsbardaga hevur heimsbúskapurin arbeitt fyri at minka um handilsforðingar, og soleiðis betra um samhandilin ímillum lond, og harvið styrkja búskaparligu framgongdina. Hetta er við at broytast, nú Amerika er byrja at økja um handilsforðingar, tí amerikanska handilsundirskotið er so stórt, áleið 375 mia. dollarar. Trump vónar, at hetta vil fáa fyritøkur at flyta framleiðsluna til Amerika og harvði økja talið av arbeiðsplássum.  

Trump byrjaði við, at verða ónøgdur við Nafta-avtaluna og vildi uppsiga avtaluna og samráðast við hvørt einstakt land. Samstundis sum hann nevndi hetta, so strikaði hann handilsundantøkini fyri innflutt stál og aluminium, so ein tollur á 25% var lagdur omaná hesar vørur innfluttar úr Meksiko og Kanada.

Næst á skránni var Kina. Fyrst álegði Trump toll á útvaldar vørur, sum vóru innfluttar úr Kina. Kina svaraði skjótt aftur við at seta toll á vørur innfluttar úr Amerika. Hetta fekk Amerika, at seta toll á enn fleiri vørur, men Kina svaraði skjótt aftur. Avbjóðingin hjá Kina er, at Amerika innflytur 3-4 ferðir meira vørur enn Kina innflytur úr Amerika. So Kina kann ikki svara aftur hvørja ferð Amerika áleggur toll á nýggjar vørur. Avbjóðingin hjá Amerika er tann, at fleiri staklutir, sum verða innfluttir úr Kina verða brúktir í framleiðsluni í Amerika. So um staklutirnir gerast dýrari, so gerast vørurnar í Amerika dýrari og ávirkar kappingarførið hjá Amerika. Tað er eisini ein orsøk til, at Trump velur ávísar vørur.

Tá Trump byrjaði sítt handilskríggj á Twitter, so væntaðu eygleiðarar ikki, at hetta steðgaði skjótt. Men enn tosa vit um handilskríggj og í juni var tollur settur á útvaldur vørur, so tað er trupult at meta um hvat hendur. Óttin er, at hetta rakar íløguhugin hjá fyritøkunum, sum so rakar búskapin.

Tá úrslitið av italska valinum varð kunngjørt í mars, so væntaðu eygleiðarar ikki, at flokkarnir fóru at finna eina samgongu, men heldur skuldi eitt nýval til.  Heldur óvæntað, so funnu teir ES-skeptisku og populistisku flokkarnir saman í mai. Byrjanin varð eitt sindur buldraslig, tí fyrsta uppskotið frá flokkunum til ein fíggjarmálaráðharra bleiv kolldømt. Hetta fekk avleiðingar fyri italsku virðisbrøvini.

Nýggja samgongan kravdi av ES, at Italia fekk hjálp at húsa øllum flóttafólkunum, ið komu til landið. Meðan samráðingar eru, so sigur samstarvsfelagin hjá Merkel í Týsklandi, at teir vilja hava avmarkingar eisini, tí flokkurin er undir trýsti til komandi val um flóttafólka evnið.

Partabrøvini hava havt eitt jalig avkast 2. ársfjórðing, tó ávís landafrøðilig øki hava klárað seg betur enn onnur. Serliga hava partabrøvini í Amerika, Evropa og Japan havt eitt jaligt avkast. Góða partabrævagongdin er merkt av gongdini í búskapinum, oljuprísinum og gjaldoyragongdini hjá amerikanska gjaldoyranum. Búskaparvøksturin í Amerika hevur eina jaliga ávirkan á partabrøvini. Sama er galdandi fyri oljuprísin. Fyri evropeisku partabrøvini er jaligt, at amerikanski dollarin styrknar, tí hetta betrar um kappingarførið hjá evropeisku fyritøkunum.

Hinvegin, so hava partabrøvini í emerging markets havt tað trupult seinasta ársfjórðingin. Ein orsøk er tann, at fleiri av hesum londunum hava skuld í amerikonskum dollarum. Og tá dollarin styrknar, so økist skuldin í tí lokala gjaldoyranum. Hetta ger íleggjarar ótryggar (sí mynd)

Rentustøðið í Danmark og Týsklandi hevur verið lækkandi seinastu tíðina. Ein orsøk er m.a. at íleggjarar óttast gongdina í teimum suðurevropeisku londunum og tí velja at gera sínar lánsbrævaíløgur í t.d. Danmark og Týsklandi. Og eru nógvir keyparar um somu lánsbrøv, so hækkar kursurin og rentan lækkar.

Ríkis- og realkredittlánsbrøv í Danmark hava havt eitt jaligt avkast m.a. av hesi orsøk. Fráboðanin hjá evropeiska miðbankanum legði ikki nakað uppatgangandi trýst á rentuna.

Í stuttum kann sigast, at longu renturnar lækkaðu meira enn tær stuttu renturnar. Nógvir eygleiðarar fylgja gongdini í rentumuninum ímillum tær longu og stuttu renturnar, tí um stuttu renturnar eru hægri enn tær longu, so kann komandi tíðin verða avbjóðandi fyri t.d. partabrøv.

 

Avkastgongdin

Báðir íløgubólkarnir høvdu eitt jaligt avkast seinasta ársfjórðingin. Íløgubólkurin MR-há hevði eitt avkast á umleið 1,5% meðan MR-lág hevði eina framgongd á 0,45%. Fyri árið hava íløgubólkarnir eina lítla afturgongd, men gongdin seinastu mánaðirnar hevur verið sera jalig.

Um hugt verður nærri at avkastinum, so sæst, at apríl var tann besti mánaðin í 2. ársfjórðingi. Tað var eisini ein framgongd í mai, men við tosinum um handilskríggj, so var avkastið neiligt í juni. Fyri tíðarskeiðið hava ríkislánsbrøv, realkreditlánsbrøv og partabrøv havt eitt jaligt avkast. Hinvegin hava virkislánsbrøvini havt nakrar avbjóðandi mánaðir og er avkastið hjá virkislánsbrøvum neiligt.

 

Amerikanski búskapurin gongur á odda

Sum skrivað, so er vøksturin í heimsbúskapinum framvegis jaligur. Tað er serliga tann stimbrandi fíggjarpolitikkurin í Amerika, sum hevur eina jaliga ávirkan. Hinvegin so eru avbjóðingar í ES, Kina og emerging markets, sum ávirka vakstrarferðina í heimsbúskapinum. Avbjóðingin frameftir snýr seg m.a. um hvussu ávirkanin av einum møguligum handilskríggji ávirkar teir ymsu búskapirnar.

Rentufundir hava verði í Amerika og ES. Sum vænta, so hækkaði amerikanski tjóðbankin leiðandi rentuna. Millum orsøkirnar fyri at hækka rentuna er búskaparvøksturin, arbeiðsloysið, inflasjónin og fíggjarpolitikkurin. Eygleiðarar vænta, at leiðandi rentan skal hækkast við 0,25% tvær ferðir afturat í 2018.

Yvirskipað var rentufundurin í ES sum væntað. Men fráboðanin um, at leiðandi rentan ikki væntast hækkað fyrr enn eftir summarið 2019 var eitt sindur óvæntað. Serliga um man tekur atlit til gongdina í inflasjónini, sum hevur verið hækkandi. Avbjóðingin hjá evropeiska miðbankanum er framvegis tann, at londini hava so ymiskar búskapir.

 

Um man hugsar um útlitini fyri 2018, so kann man framvegis siga, at heimsbúskapurin veksur, sum er jaligt fyri partabrøvini. Men hinvegin, so er vandi fyri, at inflasjónin hækkar, sum merkir at rentan hækkar og avkastið av lánsbrøvum versnar.

Tá Trump byrjaði sítt handilskríggj á Twitter, so væntaðu eygleiðarar ikki, at hetta steðgaði skjótt.

Share on :