Nýggjur íløguleiðari settur í starv

  • 01 Nov 2017
  • - LÍV

Ídag tann 1. november byrjar Arnfinnur Gudjónsson í starvinum sum íløguleiðari á LÍV.

 

Útbúgvingar      

 

Msc Financial Managment  - Robert Gordon Universiti í Aberdeen. 

HD í Roknskapi og fíggjarstýring - 2.part

 

Arnfinnur er 38 ára gamal, hevur drúgvar royndir innan íløguvirksemi og kemur frá einum starvi, har hann hevði ábyrgdina av íløguvirkseminum innan pensjóns- og tryggingarvirksemi.

 

Undan hesum hevur Arnfinnur starvast knapt 10 ár í fíggjarheiminum. Arbeiðsuppgávurnar hava øll árini verið innan íløguvirksemi og hevur hann eisini leiðsluroyndir innan hetta økið. Arnfinnur hevur arbeiðsroyndir við fíggjarligum tólum og hevur fingið góðkenning frá Fíggjareftirlitinum at veita ráðgeving innan íløguvirksemi.

 

Vit ynskja Arnfinni vælkomin í starvið á LÍV.

 

Arnfinnur er 38 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan íløguvirksemi

Share on :