2017 kann enda sum gott partabrævaár

  • 18 Oct 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Oktobur 2017

 

Tað gongur sera gott búskaparliga í heiminum. Hetta sæst millum annað aftur í, at nýggj forsøgn hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum (IMF) uppmetir væntaða búskaparvøksturin í heiminum. Samstundis metir IMF, at inflatiónin verður verandi á lágum stigi. Hendan støðan er jalig fyri inntøkurnar hjá virkjum og sostatt stimbrandi fyri partabrøv. Hóast eingin kennir framtíðina og íleggjarar javnt og samt mugu taka atlit til íløguváðan, eru góð útlit fyri, at 2017 endar sum enn eitt gott partabrævaár.

 

Allir íløguflokkar góvu vinning í septembur

Eftir tríggjar mánaðir við halli frá partabrøvunum, fingu hesi eina endurreisn í septembur. Farna mánaða hækkaðu partabrøvini, ið LÍV ger íløgu í, heili 3,28%. Síðani ársbyrjan hava partabrøvini nú givið samlaðan vinning á 8,02%. Báðir lánsbrævaflokkarnir høvdu eisini vinning í septembur, hóast hesin var sera avmarkaður hjá donsku lánsbrøvunum. Donsku lánsbrøvini hækkaðu einans 0,01% farna mánaða, og síðani ársbyrjan hava hesi lánsbrøvini givið vinning á 1,48%. Betri gekst hjá ”øðrum lánsbrøvum”, sum fevnir um lánsbrøv, ið ikki eru virðissett í donskum krónum. Í septembur góvu hesi vinning á 0,16% soleiðis, at samlaði vinningurin higartil í ár er á 4,01%. Samanumtikið hevur íløgan við lægra váðanum nú givið vinning á 1,03% higartil í ár og íløgan við hægra váðanum vinning á 3,41%. Ískoytið í septembur var ávíkavist 0,25% og 0,81%.

 

Heimsbúskapurin er sera væl fyri

Farna mánaðin hevur lítið verið at hoyrt frá teimum báðum Kim Jong Un og Donald Trump. Staðfestast kann eisini, at fíggjarmarknaðirnir ikki hava verið darvaðir av teirra orðastríði. Seinasta orðið er tó ikki sagt teirra millum, so framhaldandi kunnu hóttanir teirra millum fáa rúmd í fjølmiðlunum. Í Týsklandi hevur verið val. Hóast flokkurin hjá sitandi ríkiskanslara, Angelu Merkel, misti atkvøður, varðveitti hon valdið. Sostatt kann væntast, at hon, saman við franska Macron, fer at tryggja Evropa politiskt. Hinvegin kann ynskið hjá Katalonia at slíta frá Spania seta dám á ES og vikna evruna, men ein veik evra stimbrar evropiska búskapin. Farnu vikurnar hava sum heild verið merktar av sera góðum tíðindum um heimsbúskapin. Herumframt hevur Altjóða Gjaldoyragrunnurin (IMF) uppmett væntaða búskaparvøksturin í heiminum. Orsøkin til hetta er í stóran mun ein uppmeting av vøkstrinum í londum sum Suður Korea, Kina, Suður Afrika og India. Hinvegin væntar IMF, at vøksturin í USA, Evropa og Japan fer at slakka eitt sindur av, men fer kortini at vera á høgum stigi. Vøksturin verður vætandi stuðlaður av høgari privatari nýtslu og góðum lánsmøguleikum til vinnulívið, ið førir við sær váðafýsni og økt virksemi. Samstundis væntar IMF, at inflatiónin, í heimshøpi, verður verandi niðanfyri málið á 2% í ár og í 2018.

 

Enn góð partabrævaútlit

Støðan í heimsbúskapinum, er stuðlandi fyri partabrøv. Tí eru góð útlit fyri, at partabrøvini, sum hava staðið seg væl í ár, framhaldandi kunnu standa seg væl. Lýsta búskapargongdin er jalig fyri inntøkurnar hjá virkjunum. Tá inflatiónin samstundis væntandi verður á  lágum stigi, vil hendan tálma væntandi hækkingar í lánsbrævarentunum. Partabrøvini vilja tí framhaldandi verða tann íløgan, ið kann væntast at geva besta vinningin, og tí eru tað partabrøv, sum íleggjarar ynskja at eiga mest í. Fyri fyrstu ferð síðani árini undan 1999, hava vit sæð partabrævamarknaðir, ið eru hækkaðir seks ár á rað, men einki varðir í ævir. Ætlanirnar hjá mið- og tjóðbankum at fáa leiðandi renturnar upp á nøktandi stig og metingin hjá eitt nú miðbankanum í USA um, at inflatiónin sum frálíður fer at hækka, kann føra við sær, at tá vit koma nakað inn í 2018, kunnu lánsbrævarenturnar fara at hækka, hóast spakuliga. Stóri spurningurin er tí, hvussu nógv lánsbrævarenturnar skulu hækka, áðrenn íleggjarar meta lánsbrøv verða nóg gevandi alternativ til partabrøv. Farast má tí fram við varsemi, tí eingin kennir framtíðina, men góð útlit eru fyri, at 2017 endar sum gott partabrævaár.

 

Síðani ársbyrjan hava partabrøvini nú givið samlaðan vinning á 8,02%.

Share on :