Hægri lánsbrævarentur nærkast

  • 25 Sep 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - September 2017

 

Hægri lánsbrævarentur nærkast

Hóast Kim Jong Un ynskir at gera Norðurkorea til atomvápnaveldi, sigur Kina seg vilja arbeiða fyri, at økið gerst atomvápnafrítt. Hetta kann sum frálíður steðga orðastríðnum í hesum sambandi, sum hevur ført óstøðugleika við sær á marknaðunum. Samstundis gongur sera gott búskaparliga í heiminum og í næstum fer USA at kunna nærri um, hvussu tey fara at niðurlaga teirra risastóru ogn av lánsbrøvum, sum varð keypt fyri at stimbra búskapin eftir fíggjarkreppuna. Sum frálíður fer hetta at føra við sær hægri lánsbrævarentur.

 

Líkinda vinningur í august

Eftir at juni og juli vóru sera avbjóðandi, hvat virðisbrævavinningi viðvíkur, gekk betri í august. Lækkingin í lánsbrævarentunum, sum kom í kjalarvørrinum av lutvísa óttanum, ið stóðst av tíðindum um Norðurkorea, var jalig fyri lánsbrævakursirnar. Tískil góvu donsku lánsbrøvini ein vinning á 0,68% í august. Hesi lánsbrøv hava nú givið vinning á 1,46% í ár. Eisini ”onnur lánsbrøv” høvdu góðan mánaða, tí hesi góvu vinning á 0,33%, soleiðis at tey samlað hava givið vinning á 3,72% í ár. Av somu orsøkum, sum stimbraðu lánsbrøvini, høvdu partabrøvini ein avbjóðandi august, har tey góvu hall á 0,45%. Kortini hava tey givið vinning á 4,47% seinastu 8 mánaðirnar. Samanumtikið gav íløgan við hægra váðanum vinning á 0,44% í august og íløgan við lægra váðanum gav vinning á 0,22%. Síðani ársbyrjan hava hesar báðar íløgurnar nú givið vinning á ávíkavist 2,58% og 0,78%.

 

Evropa hækkar helst ikki rentuna fyrr enn í 2019

Politiska óvissan á koreansku hálvoynni heldur fram. Kim Jong Un hevur boðað frá, at tey ikki fara at steðga við vápnaætlanunum fyrr enn Norðurkorea hevur atomvápn. Hetta noyðist Trump at viðmerkja á harðligasta hátt og so er aftur gongd í orðastríðnum. Millum partarnar stendur Kina, sum sigur seg vilja arbeiða fyri, at hálvoyggin gerst atomvápnafrí. Støðan hevur, aftur seinasta mánaðin, ført óstøðugleika við sær, men av tí, at orðini hjá Kim ikki hava verið førd út í verki, eins nógv og marknaðirnar óttaðust, hava seinstu dagarnir verið jaligir og altjóða íleggjarar hava økt sín ognarlut í váðakendum íløgum og tað hevur fingið partabrøvini at hækka í septembur. Samstundis vísa tøl, at fyri fyrstu ferð í 10 ár hava øll OECD lond búskaparvøkstur. Hetta er jaligt og minkar um óttan, sum stendst av politiskum brotasjógvum. Viðvíkjandi búskaparvøkstri væntast, at evropiski vøksturin fyribils hevur nátt hæddini, men at búskapurin fer at halda sær á góða støðinum. Leggjast skal til merkis, at evran er styrknað nógv móti dollaranum og tað kann vera tálmandi fyri øktum búskaparvøkstri. Tó er evran ikki styrknað eins nógv móti øðrum gjaldoyrum. Lutfalsliga sterka evran førir við sær at innfluttar vørur eru bíligar og tálma eina øking í evropisku inflatiónini, ið er ov lág sum nú er. Tí væntast eingin evropisk rentuhækking næsta árið.

 

USA avgerandi í næstum

Miðbankarnir í USA og Evropa hava í longri tíð havt stóra ávirkan á fíggjarmarknaðirnar. Tann amerikanski, kallaður Fed, átti áðrenn fíggjarkreppuna lánsbrøv fyri umleið USD 800 mia. Fyri at stimbra búskapin, við at keypa lánsbrøv og harvið lækka longru rentunar, er lánsbrævaognin hjá Fed økt í umleið USD 4.250 mia. Nú tað gongur lutfalsliga gott búskaparliga í USA og fíggjarkreppan er av, skal Fed niðurlaga hesa risastóru lánsbrævaogn. 20/9 hevur Fed rentufund og tá fer fíggjarmarknaðurin at sita undir hvørjum orði fyri at meta um, hvussu og í hvønn mun, niðurlagingin av ognum fer at fara fram. Mett verður, at lánsbrævarenturnar, í einum longri tíðarbili, kunnu hækka millum 0,3 og 1,0%-stig av niðurlagingini. Hetta er lutfalsliga nógv tá lága rentustigið annars verður havt í huga. 20/9 koma eisini nýggj tíðindi um komandi rentuhækkingar frá Fed. Samanumtikið er hetta sera viðkomandi tíðindi, sum kunnu ávirka láns- og partabrøv um allan heim. Evran, mótvegis dollaranum, kann eisini ávirkast og í seinna enda kann broytta gjaldoyrastøðan broyta evropisku inflatiónsmetingina og harvið komandi rentupolitikk í Evropa.

 

Eftir at juni og juli vóru sera avbjóðandi, hvat virðisbrævavinningi viðvíkur, gekk betri í august.

Share on :