Føroya Handverkarafelag dagførir sína tryggingaravtalu

  • 04 Jul 2017
  • - LÍV

Hósdagin 28. juni 2017 undirskrivaðu Føroya Handverkarafelag og LÍV eina dagførda avtalu fyri limirnar hjá Føroya Handverkarafelag. Avtalan er galdandi frá 1. juli 2017 at roknað.

 

Í hesum umfarinum er tað lívstryggingin, sum verður útgoldin til børn undir 18 ár, ið er hækkað úr  kr. 20.000,- til kr. 30.000,- Somuleiðis er upphæddin í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur hækkað úr kr. 100.000 upp í kr. 125.000,- fyri limin og børn hjá hesum.

 

Nýggju upphæddirnar fyri felagstryggingina eru hesar:

 

Lívstrygging 

 

kr.  500.000,-

Lívstrygging  - hjúnafelagi/sambúgvi  

 

 kr.  250.000,-

Lívstrygging útgoldin til børn undir 18 ár  

 

kr.    30.000,-

Ávísar hættisligar sjúkur (limur)

 

kr.  125.000,-

Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár)

 

kr.  125.000,-

Upphædd í einum við fylta 67 ár    

 

kr.  100.000,-

 

 

 

Fyri lærlingar er samansetingin sum víst niðanfyri:

 

 

 

Lívstrygging

 

kr.  500.000,-

Lívstrygging útgoldin til børn undir 18 ár                   kr.    30.000,-

Ávísar hættisligar sjúkur (limur)  

 

kr.  125.000,-

Ávísar hættisligar sjúkur (børn undir 18 ár)   

 

kr.  125.000,-

​                                              

Avtalan er dagførd innanfyri verandi karmar í sambandi við gjald til tryggingar og ávirkar hetta tí ikki inngjaldið til pensjónspartin.

 

Føroya Handverkarafelag leggur stóran dent á, at limirnir eru væl tryggjaðir, og eftirmetir javnan samanseting og tær upphæddir, sum knýta seg til felagstryggingina. 

Avtalan er dagførd innanfyri verandi karmar í sambandi við gjald til tryggingar og ávirkar hetta tí ikki inngjaldið til pensjónspartin.

http://www.fhf.fo
Share on :