Eingin svimjing uttan lívbjargara

  • 08 Jun 2017
  • - LÍV

Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara”. Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og undirtøku frá svimjifeløgum, svimjihallum, skúlum kring landið umframt øðrum stovnum og kommunum.

Endamálið við átakinum er, so vítt gjørligt, at tryggja, at eingin svimjing fer fram í føroyskum svimjihallum, uttan at góðkendur lívbjargari er til staðar.

Svimjisambandið hevur bygt upp eina skipan við útbúgving og próvtøku av lívbjargarum og lívbjargingardómarum, umframt tilbúgving av svimjihallum.

LÍV kemur tí inn við einum fíggjarligum íkasti til Svimjisambandið at kunna keypa inn útgerð so sum lívbjargingardukkur og demo-hjartastartarar og til rakstur av skipanini.

Les meira á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya

LÍV stuðlar lívbjargingini

http://www.ssf.fo/2017/06/08/liv-studlar-livbjargingini/#more-3914
Share on :