Føroya Lívtrygging
 
Hvussu skal ein fyrihalda sær, um ein hevur verið í Danskari (útlendskari) trygging ella eftirlønarskipan, og nú er fluttur ella skal flyta heim? 
Svar: Sum skipanin er í løtuni, loysir tað seg oftast best at lata peningin standa, tí Føroyar skattliga eru at rokna sum útland í mun til Danmark. Tí skal ein rinda 60 % í avgjaldi til statskassan, um ein tekur peningin úr t.d. donskum pensiónskassa. Tó er galdandi, at um ein hevur verið skattskyldugur í Føroyum, meðan inngoldið er, kann hesin partur flytast til líknandi skipan í Føroyum avgjaldsfrítt.
 
 
 
Hvussu er við almannaveitingum. Er veiting frá tí almenna ikki nóg góð?
Svar: Nei – um tú ikki vilt minka títt livistøði við óarbeiðsføri ella eftirlønaraldri, eigur tú at tryggja teg við eftirlønartrygging. Vegleiðandi fæst hetta frá tí almenna: Fólkapensiónin er í løtuni mánaðarliga kr. 5.133 (giftur við ikki-pensionisti) og kr. 6.521 fyri støk. Um tú doyrt, verður einki útgoldið frá tí almenna, bert ein lítil veiting, um børn undir 18 ár eru. Við varandi óarbeiðsføri veitir miðal fyritíðarpensión kr. 7.758 (stakur). Neyvari upplýsingar eru her
 
 
 
Hvussu kann ein tekna eina lívstrygging?
 
Svar: Set teg í samband við okkum. Vit kunnu fáa eitt prát um tín tørv og rokna út, hvat kann nøkta henda tørvin. Tú skalt útfylla umsóknarbløð og heilsuváttan. Vit viðgera tey og skriva endaligt tryggingarskjal.
 
 
 
Hví skal heilsuváttan útfyllast?
Svar: Eitt tryggingarfelag er ikki beinleiðis ein sosialur stovnur, men vit gera avtalur um trygging við okkara viðskiftafólk. Fyri at seta øll okkara viðskiftafólk so javnt yvirfyri skipanini sum gjørligt, meta vit um váðan, tá tryggingin verður teknað, og áseta treytir og gjøld í mun til hetta.
 
 

Hvussu nógv skal rindast í avgjaldi av eini kapitaltrygging?
Svar: Tú skalt rinda 35 % í avgjaldi til Landskassan. Um útgoldið verður í úrtíð (áðrenn 60 ára aldur), er avgjaldið 55 %.
Login
Logga á kundaportalin