Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Bjarnheðin í Hoyvík
Starvsheiti
Framleiðsluleiðari í KVF
Aldur
57 ár
Bústaður
Tórshavn

Mánaðarliga samsýningin skal strikast! 

Samsýningin fyri umboðráðslimir í Lív varð fyrr baserað uppá fundarpengar. Seinni bleiv avgjørt, at umboðsráðsval skuldi verða fjórða hvørt ár ístaðin fyri annaðhvørt ár. Endamálið við hesari broyting var at spara.  

Seinni valdi mann at broyta samsýningina við at leggja eina mánaðarliga løn afturat fundarpengunum. 

Men hvat er at spara tá man so brúkar teir pengarnar onkra aðrastaðnis?  

Hesir pengarnir skulu koma tryggingartakaranum til góðar. 

Verði eg valdur, fari eg at leggja uppskot fyri umboðsráðið um at avtaka tað mánaðarligu samsýningina.