Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Eva Henriette Bennicke
Starvsheiti
Ráðgevi í Ríkisumboðnum
Aldur
53 ár
Bústaður
Tórshavn

Eg eri 53 ár, búgvi í Havn, eri útbúgvin Cand. Scient. Adm. og arbeiði sum ráðgevi í Ríkisumboðnum.

Eg umboði ikki nakran ávísan starvsbólk men allar kundar hjá LÍV. 

 

Eg havi sitið í Umboðsráðnum síðani 2019 og havi í hesum tíðarskeiði arbeitt miðvíst við fylgjandi málum:

 

At kvinnur ikki eru fyri mismuni, tá tað snýr seg um eftirlønarútgjald
At LÍV ger íløgur í íbúðarbygging
 

Leikluturin hjá Umboðsráðnum er avmarkaður og er fyrst og fremst at velja nevndarlimir í móðurfelagið. Eftir mínum tykki er tað, at hava eitt umboðsráð uppá 35 limir til hetta, alt ov nógv. Tí vil eg arbeiða fyri at fáa eitt nógv minni, men framvegis vælvirkandi umboðráð, sum kann geva innspark til nevndina.

 

Harumframt vil eg arbeiða fyri, at LÍV bjóðar góðar og kappingarførar tænastur og produktir, og at menningin av hesum heldur fram. Tað er týdningarmikið, at røktin av eftirlønaruppsparingunum er í hásæti. Og so vóni eg, at tær verkætlarnir, sum LÍV arbeiðir við innan íbúðabygging verða settar í verk, og at fleiri grønar íløgur verða gjørdar.