Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Heine Lützen
Starvsheiti
Stjóri
Aldur
57 ár
Bústaður
Tórshavn

Heine Lützen stillar upp til Umboðráðsvalið 2023. Heine hevur sitið í Umboðsráðnum síðan byrjan ráðsins í 2016.

 

Í løtuni starvast Heine sum stjóri í sp/f Rættará, ið eigur og umsitir ognir í Havn. Heine er giftur við Óluvu, og tey eiga trý børn. Sum fyrrverandi starvsfólk á Føroya Lívstrygging í yvir 20 ár, hevur Heine hollan kunnleika til virksemi felagsins, og kennir marknaðin.

 

Hví skalt tú velja Heina í Umboðsráðið? Heine hevur, sum fyrrverandi tryggingarráðgevi og marknaðarleiðari, hollan kunnleika til ynskir og væntanir hjá kundunum í LÍV, og kennir felagið innanífrá. Tí kann Heine seta røttu spurningarnar, og koma við relevantum íkastum til Umboðsráðið og leiðslu felagsins. 

 

Aðalmálini hjá Heina í samband við virksemi hjá LÍV eru:

 

Rættvísi í býtinum av skyldum og ágóðum millum kundar og felag
Opinleiki og gjøgnumskygni av virksemi og avgerðum felagsins
Tryggleiki viðv. ognum og tryggingum felagsins, ið nøkta tørv kundans
 

Vel Heina til títt umboð í Umboðsráðnum.