Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Jákup Mørkøre
Starvsheiti
Penjonistur
Aldur
73 ár
Bústaður
Hvítanes

Eg stilli upp til umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV, sum eigur 50% av Tryggingarfelagnum LÍV, fyri at fáa ávirkan og tryggja, at tryggingartakararnir hjá LÍV verða betri kunnaðir um síni tryggingarviðurskifti.

Tað sigur seg sjálvt, at sum tryggingartakari er tað av alstórum týdningi, at avkastið hjá LÍV og harvið peningurin hjá tryggingartakarunum er forrentaður nøktandi og so væl sum gjørligt. Harafturat er neyðugt, at allir umkostningarnir eru so lágir sum gjørligt, so at sum mest liggur eftir hjá tryggingartakaranum. Hetta er í tráð við málsetningin áhaldandi at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt gott avkast á eftirlønaruppsparingini.

Tað er torført at skoða 20-30-40 ár fram í tíðina. Tí er neyðugt at kunna nógv betri enn gjørt verður í dag.

Undirritaði hevur havt eftirlønartrygging hjá LÍV síðani 1977, og síðani 2014/16 havi eg verið njótandi eftirlønarmóttakari. Men heilt frá byrjan av í 1977 hava framskrivingar og tryggingarviðuskifti havt mín stóra áhuga, og eg havi ofta undrast yvir, at broytingar verða gjørdar í útrokningargrundarlagnum (við afturvirkandi kraft), sum ikki er kunnað um frammanundan. Gjøgnumskygnið hjá einstaka tryggingartakaranum eigur at vera betri.

Tryggingartakarin kann kunna seg í dag á heimasíðuni um støðuna dagsdato, men viðkomandi kann ikki síggja, hvussu tryggingin er roknað út ár fyri ár, ella hvussu grundarlagið fyri útrokningunum eru gjørdar (ella broyttar). Her krevjast ábøtur at verða gjørdar.

At fáa ávirkan og vera við til at umrøða yvirskipað strategisk átøk og eftirmeta virksemið hjá tryggingini hevur mín stóra áhuga og eisini at vera við til at viðgera samfelagsábyrgdina hjá samtakinum.

Tryggingarfelagið LÍV er føroysk felag, og tað er av týdningi, at hetta verður rikið á ein slíkan hátt, at tey tilboð, sum felagið bjóðar, eru kappingarfør, og at tú sum føroyingar er stoltur av, at tey tilboðini, vit hava, eru kappingarfør við líknandi tilboð hjá fólki, sum búgva í okkara grannalondum.