Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
John Højsted
Starvsheiti
Maskinmeistari
Aldur
67 ár
Bústaður
Hoyvík

Eg eiti John Højsted og eri útbúgvin maskinmeistari. Eg bjóði meg fram sum valevni til umboðsráðsvali í Ognarfelagnum LÍV. Eg arbeiði hjá SEV sum maskinmeistari á Sundsverkinum.

Um eg verði valdur, so fari eg at virka fyri at halda umsitingarútreiðslurnar so lágar sum møguligt. Hetta ger at so nógv sum møguligt av peninginum sum verður goldin inn í pensión, kemur kundunum beinleiðis til góðar.

Eisini vil eg virka fyri at LÍV ger íløgur í íbúðarbygging í Føroyum, bæði í miðstaðar økinum, og úti um landi. Hetta er við til at loysa bústaðarneyðina og styrkja føroyska samfelagið.

Tað er umráðandi at peningurin sum kundarnir gjalda inn, fær so góða rentu sum møguligt, soleiðis at tað verður tryggja kundunum eina góða pensión, tá tey koma til pensiónsaldur.

Tað fari eg at virka fyri um eg verði valdur.

Gott val