Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Jón Joensen
Starvsheiti
Lærlingur
Aldur
19 ár
Bústaður
Argir

Eg eiti Jón Joensen. Eg eri 19 ára gamal og eg eri í læru sum elektrikkari.

 

Eg havi valt at stilla upp til umboðsráðið, tí eg haldi, at vit mangla eina unga rødd, sum kann umboða vanliga tryggingartakaran á bestan hátt. Eg vil virka fyri, at tryggingartakarin kann fáa eitt so gott avkast, sum tilber.   

 

Her verður m.a. hugsað um at hava fleiri møguleikar, soleiðis at man kann sleppa at velja sjálvur, hvar peningurin verður settur. Her er m.a. talan um, hvussu stórur partur skal setast til parabrøv og lánsbrøv.

 

Hetta hevur stóran týdning fyri okkum ungu, sum hava langa tíð til pensjónsaldur,  og vit møguliga lítla ella onga almenna pensjón fáa, tá vit verða pensjónerað. Tí tá skulu vit syrgja fyri okkum sjálvum peningaliga, tá vit vera gomul. Tí hevur tað stóran týdning, at LÍV forrentar okkara pensjónir so skilagott, sum tilber. Her meti eg, at okkurt kann gerast fyri at fáa tað betri og tað fari eg at arbeiða fyri, um eg verði valdur inn, sum umboðsráðslimur.

 

Eg vil eisini fegin arbeiða fyri, at tey ungu fáa møguleika at fáa eitt prát um, tryggingar- og eftirlønar viðurskifti,  tá tey verða 18 ára gomul. Her verður hugsað um,  at man kundi fingið ráðgeving,  hvat er skilabest at gera við pensjónina og tryggingar.

 

Eg vóni, at tú/tit vilja stuðla mær til umboðsráðið.

Jón Joensen