Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Magnus M. Hentze
Starvsheiti
Posta
Aldur
54 ár
Bústaður
Tórshavn

Eg arbeiði á Posta, har eg eri álitisfólk fyri Starvsfelagið, limur í Samstarvsnevndini á Posta og trygdarumboð.

 

Seinastu 4 árini havi eg sitið í Umboðsráðnum og bjóði eg meg aftur fram til valið hesuferð.

 

Um eg verið valdur í Umboðsráðið, fari eg at arbeiða fyri:

At LÍV verður meira virkið innanfyri íbúðarbygging í Føroyum,
At LÍV framhaldandi skal vera við til at menna tað føroyska orkuskifti til eitt grønari og reinari Føroyar,
At limirnir í Tryggingarfelagnum LÍV fáa fleiri ágóðar, t.d. hava vit í farna valskeiði fingið ígjøgnum, at limir fáa stuðul til hoyriapparat,
Sum limur í Umboðsráðnum kunnu vit ávirka, hvørjar íløgur Tryggingarfelagið ger. Tað er týdningarmikið, at LÍV setur sín pening í íløgur, sum eru skilagóðar, moralskt rættar og sum stuðla undir samfelagsgagnligt virksemi,
Harumframt vil eg arbeiða fyri framhaldandi at menna LÍV, soleiðis at limirnir fáa betri tryggingar og størri avkast.
Gott val!