Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Marjun Johansen Hentze
Starvsheiti
Ráðgevi
Aldur
54 ár
Bústaður
Argir

Marjun Johansen Hentze, limur í Føroya Pedagogfelag.
Eg havi verið í Umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum LÍV, síðan 2017 og bjóði meg fram aftur, sum valevni, til
umboðsráðsvalið, ið verður í január 2023.
Eg eri útbúgvin námsfrøðingur, familjuráðgevi og Diplom í leiðslu. Eg arbeiði í Heimaráðgevingini hjá AV.
Her eru nøkur av mínum aðalmálum:
• Íløgur, ið stuðla undir grønar loysnir, sum tryggja eina burðardygga framtíð.
• Skilagóðar íløgur, sum stuðla undir føroyska nýhugsan.
• Íløgur, sum stuðla undir gransking, ið styrkir framtíðarútlitini hjá tryggingartakaranum.
• Íløgur til bústaðarbygging - í Føroyum.