Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Mona Maria úr Fugloy
Starvsheiti
Deildarleiðari/ sjúkrarøktarfrøðingur
Aldur
52
Bústaður
Klaksvík

Lív umsitur ein stóran part av eftirlønum og lívstryggingum, sum arbeiðandi fólki í Føroyum setur av.
Við hesum fylgir ein stór ábyrgd fyri at tryggja, at peningurin, Lív umsitur fyri kundarnar, verður
skynsamt investeraður, soleiðis at upphæddin, kundarnir fáa aftur, er størri enn tað, ið varð sett inn.
Sum umboð í Umboðsráðnum fari eg at leggja dent á gjøgnumskygni í virkseminum hjá Lív og støðugt
at viðvirka til, at strategisk átøk og virksemi annars koma kundunum tilgóðar, og at íløgurnar, sum
verða gjørdar, eru burðardyggar og eisini vísa á samfelagsábyrgdina, samtakið hevur.