Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Niclas Hentze
Starvsheiti
Aldur
61 ár
Bústaður
Sumba

Tín eftirlønaruppsparing skal vera í tryggum hondum. Verði eg valdur í umboðsráðið fari eg fyrst og fremst at arbeiða fyri, at LÍV tryggjar okkum eina góða og trygga eftirløn, tá vit fara av arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur týdning, at umboðsráðið gevur dugnaligu starvsfólkunum í LÍV arbeiðsfrið til at passa uppá okkara uppsparingar, og at felagið fær sum mest burturúr hvørjari krónu sum kemur í kassan. Eisini hevur tað týdning, at LÍV áhaldandi kann veita kappingarførar tænastur, sum eru tillagaðar til aldur og tørv hjá kundunum. Eg fari eisini at arbeiða fyri, at allir kundar fáa eina javnt góða tænastu uttan í mun til, hvar í landinum tú býrt. Hetta hevur serliga stóran týdning fyri okkara kundar, sum ikki eru so stinnir í teldu ella telefon, ið er neyðugt fyri at brúka talgildu tænasturnar hjá LÍV.