Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Pætur Niclasen
Starvsheiti
Fakfelagsformaður
Aldur
57 ár
Bústaður
Hoyvík

Eg bjóði meg fram at umboða tryggingartakarar hjá Føroya Lívstrygging. Eg vil arbeiða fyri, at Føroya Lívstrygging framhaldandi verður tað besta lívstryggingarfelagið í Føroyum, bæði hjá privat kundum, kundum ið hava eina tryggingarskipan gjógnum sítt arbeiðspláss og fyri kundum ið hava eina skipan gjógnum eitt fakfelag.

Eg vil arbeiða fyri at fáa enn fleiri tryggingartakarar til Føroya Lívstrygging.

Størri kundaskarin er, bíligari verður Føroya Lívstrygging at umsita.
Føroya Lívstrygging hevur haft eitt støðugt hækkandi eftirlønarinngjald og tað hevur viðført, at felagið hevur lækkað umsitingarkostnaðin nærum á hvørjum árið hesi seinastu árini.

Um tit velja meg í umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV, so vita tit at tit hava valt eitt umboð ið hevur fokus á kostnað og avkast, ið er avgerandi fyri hvat kundarnir hjá Føroya Lívstrygging fáa útgoldið um mánaðin, tá teir verða eftirlønarmóttakarar.