Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Pól Esper H. Hansen
Starvsheiti
Miðnámsskúlalærari
Aldur
37 ár
Bústaður
Skálabotnur

Mítt navn er Pól Esper Hanusarson Hansen og eg bjóði meg fram at umboða teg í umboðsráðnum hjá Ognarfelagnum Lív. Eg fari at virka fyri, at ognirnar hjá Lív verða umsitinar á bestan hátt og til frami fyri øllum teimum, sum hava eina tryging hjá Lív.

Eg eri útlærdur búskaparfrøðingur og havi verið lærari á Miðnám á Kambsdali í 10 ár. Eg eri giftur og eigi trý børn. Eg havi sitið í umboðsráðnum síðani 2019 og hevur tað verið ein sera spennandi tíð. At sita í umboðsráðnum er ikki bara ábyrdarfult, men eisini sera gevandi. Tískil vil eg virka fyri, at virðini hjá Lív verða umsitin á bestan hátt og gagns fyri øll tey, sum hava trygging í Lív.

Eg hevði verið sera takksamur fyri tína atkvøðu.

Gott umboðsráðsval.