Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Sigmar B. Jacobsen
Starvsheiti
Fíggjardeildin í Bústaðir
Aldur
61 ár
Bústaður
Toftir

Góði limur. Hetta er fyrsta ferðin eg stilli upp til umboðsráðið. Eg meti meg hava førleikar til tess við mínum áralanga arbeiði í Banknordik í 32½ ár, og sitið í nevnd bankans í 7 ár. Seinastu 8½ árini havi eg arbeitt á fíggjardeildini á Bústaðir, har eg umsiti gomlu bjálvingarlánini, arbeiðsábyrgdir, tryggingar, analyseringar av roknskapum, mvg., lutaíbúðir v.m. Havi eisini í fleiri ár arbeitt á Herbergium í Havn.

 

Eg fari beinanvegin at virka fyri at LÍV ger íløgur í íbúðarbygging. Gjarna saman við øðrum. Og runt landið.

 

At kundarnir fáa eina góða tænastu, góðar tryggingar og at rakstrarkostnaðurin er lágur. Harnæst skal avkastið til kundarnar verða so gott sum gjørligt. Í dag tosa øll um grønar loysnir, her skal LÍV ganga á odda og virka fyri grønum loysnum framyvir.

 

At LÍV verður besta og sterkasta tryggingarfelag í Føroyum, og harafturat besta arbeiðspláss í Føroyum.

 

Vónandi stuðla tit mær við valinum.

 

Gott val og gott nýggjár.