Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Bergur Dam Jensen
Starvsheiti
Sjálvstøðugur vinnurekandi
Aldur
35 ár
Bústaður
Kollafjørður

Eg havi sitið í umboðsránum seinastu fýra árini.
Sum umboðsráðslimur hevur tú til endamáls at umboða tryggingartakaran í LÍV.
Eigarin eru tú og eg.
Tað er umráðandi at vera tilvitaður um hesa ábyrgd. Umboðsráðið skal tryggja sær skottið, ið eigur at vera millum eina nevnd og leiðslu.
Man skal fylgja við, og hóast eg ikki eri tryggingarserfrøðingur, so má man tora at vísa á neyðug ivamál. Tað er tí týdningarmikið at hava eitt virkið og lívligt umboðsráð.

Fyri fýra árum síðan, lógu yvir  90 % av samlaðu íløgunum hjá LÍV uttanlands. Hetta var eitt tað fyrsta ið eg valdi at varpað ljós á. Tað hevur gjørt mun, tí seinastu árini eru gjørdar fleiri íløgur í føroyska samfelagnum, orkuøkið við vindmyllum og gistingarhús. Væntast kann, at íløgur eisini fara at verða gjørdar í føroyska búðstaðarmarknaðin. Her er ein tørvur ið samfelagið Føroyar má lyfta í felag. 

Sum sjálvstøðugur vinnurekandi eri eg ella míni starvsfólk ikki partur av stórum fakfelag. Eg eri tilvitaður um tørvin, ið royndir og vitan hjá starvsfólki á LÍV hava fyri einstaka tryggingartakaran.


Í 2022 hevur íløguavkastið verið metlágt. Her meti eg, at umboðsráðið er kraftblokkurin til at halda eitt vakið eyga við, hvar LÍV stendur í mun til kappingarneytarnar.
Mítt ynski til komandi tíðir er, at styrkja um trúðvirðið á okkara lívstryggingarfelag.
Hetta hevur verið mín arbeiðssetningur seinastu fýra árini, og bjóði eg meg tí fram at vera tín rødd inni í umboðsráðnum komandi fýra árini, fyri at tryggja henda høvðusleist.