Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Ása Poulsen
Starvsheiti
Sjúkrarøktarfrøðingur
Aldur
70 ár
Bústaður
Hoyvík

Eg  eiti Ása Poulsen,  eri  sjúkrarøktarfrøðingur, og búgvi í Hoyvík.

Eg  siti sum umboðsráðsráðslimur  í LÍV, og meti meg at hava fingið góða vitan og innlit í arbeiðsuppávurnar.

Tí loyvi eg mær at stilla uppaftur til Umboðsráðið.

Tað er kundin, sum eigur Tryggingarfelagið LÍV umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag.

Umboðsráðið er umboðið hjá kundunum, og leggur fram uppskot, og tekur avgerðir á aðalfundinum hjá Ognarfelagnum LÍV.  Og skal velja  tveir nevndarlimir í nevndina hjá LÍV.

Endamálið hjá Umboðsráðnum, er m.a. eisini, at viðgerða samfelagsábyrgdina hjá samtakinum.

Kjarnuvirðini hjá LÍV eru serfrøði, opinleiki,  álit og trúvirðið.  Og at tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar.

Um eg verið vald til umboðsráðslim, vil eg framhaldandi arbeiða fyri, at LÍV  veitir eina góða tænastu, og ber vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingar.

Harumframt hevur tað týdning fyri meg, at iløgurnaar eru etiskt og socialt ráðiligar. Og at LÍV brúkar íløgur til verkætlanir í Føroyum.