Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Árni Arge
Starvsheiti
Fíggjarstjóri
Aldur
58 ár
Bústaður
Tórshavn

Starvist til dagliga sum fíggjarstjóri í Formula. Við útbúgving og áralongum royndum innan virkisbúskapi, fíggjarviðurskiftum og leiðslu sum viðføri, havi eg valt at stilla upp aftur til komandi umboðsráðsval í Ognarfelagnum LÍV.

 

Sum nevndarlimur í LÍV tey seinastu 6 árini, umboðandi Ognarfelagið, havi eg arbeitt fyri, at eftirlønaruppspararin fær kappingarført avkast av sínari pensjón, umframt kappingarførar tryggingar, tænastur og ráðgeving í mun til aðrar veitarar.

 

Hesum fari eg framhaldandi at arbeiða fyri, og skal hetta tryggjast við:

 

·       støðugt minkandi kostnaði fyri uppspararan

·       skynsamari plasering av tryggingartakarans fæi

·       gjøgnumskygni og opinleika

·       nýggjum tænastum

·       at yvirskipað strategisk átøk verða umrødd og eftirmett

·       at Lív framhaldandi verður eitt gott og kveikjandi arbeiðspláss

 

Hevur tú somu áskoðan, fari eg at heita á teg um at hugsa um meg, tá tú velur.