Aftur til yvirlit
Umboðsráðsvalið 2022
Absalon Hansen
Starvsheiti
Fakfelagsformaður
Aldur
65 ár
Bústaður
Klaksvík

Eg vil her við skriva nakrar reglur, nú eg eri innstillaður til valið í ongnarfelagnum LÍV.
Eg eiti Absalon Hansen, eri 65 ára gamal og búsitandi í Klaksvík.
Dagliga starvist eg á P/F Kósini, samtíðis sum eg eri formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag. Harafturat havi eg stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, harundir eisini fakfelagsarbeiði.
Vit í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, ið eisini hevur sínar limir tryggjaðar í LÍV, fingu áheitan um at stilla eitt umboð upp, og fall valið á meg.

 

Eg havi seinastu árini verði við til tað sum umfatar LÍV, í umboðsráðnum, og hevur tað verið stak áhugavert at sæð hvussu bygnaðurin í LÍV er samansettur, og hvørji mál LÍV arbeiðir fyri. Øll ið umboða LÍV, í umboðsráðnum, hava á fundum havt møguleika at koma við sínum íkasti til leiðina LÍV skal virka eftir, og meti eg meg har hava gjørt mína áskoðan galdandi.
Um eg verið afturvaldur sum umboðsráðslimur, vil eg framhaldandi gera mítt fyri at kunna limir okkara um pensiónsviðurskifti og hvat limirnir eru tryggjaðir ímóti. Eg havi ein varhuga av, at tað er missjavnt hvussu einstøku limirnir eru kunnaðir um hettar økið, og fari eg at arbeiða fyri, at fáa allar limir at tryggja seg forsvarliga – tað eru jú broytingar í øllum sum hevur við menniskju at gera, soleiðis eisini á pensións og tryggingarøkinum, har baði bygnaðar- og eigaraviðurskifti kunnu broytast.
Mín áskoðan er at ein felags trygging fyri fakfelagslimir, ofta hevur eina lættari tilgongd, hvat limaskapi viðvíkur, tí í felagstryggingini eru ikki eins strong heilsulig krøv, sum í ein persónstrygging krevur.

 

Persónliga rokni eg meg sum loyalan og semjusøkjandi, og haldi meg hava tað ið skal til, fyri at verða eitt verdugt umboð fyri tey ið velja meg.

 

Viðringarmest
Absalon Hansen