Sjálvstøðug vinnurekandi við B-inntøku

  • 17 Mar 2020
  • - LÍV

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi við B-inntøku og rindar pensjón til LÍV? Ella rindar tú sjálv ella sjálvur eitt ískoytis pensjónsgjald? 

Orsakað av íkomnu støðuni í sambandi við Covid-19, vita vit, at tað kann gerast ein fíggjarligur smeitur fyri fleiri av teim sjálvstøðugt vinnurekandi. 

Tí kann tað vera hent at vita, at tú kanst útseta pensjónsinngjaldið í upp til 12 mánaðir - men samstundis kanst varðveita møguligar tryggingar og rættindi, sum tú hevur. Hetta merkir, at tær ikki nýtist at hugsa um pensjón og tryggingar í hesi avbjóðandi støðu. Tryggingarnar verða ístaðin rindaðar av tínum uppsparda virði, og pensjónsgjaldið kanst tú rinda seinni. 

Um tú ert arbeiðstakari og støðan broytist soleiðis, at arbeiðsgevarin ikki longur rindar pensjón fyri teg, so hevur tú eisini møguleika fyri at søkja um skáa. 

 

Vend tær til okkara á tlf 31 11 11 ella liv@liv.fo, og vit vegleiða tær fegin. 

 

Tú kanst útseta pensjónsinngjaldið í upp til 12 mánaðir

Share on :