Marknaðarinnlit – 4. ársfjórðing 2019

  • 28 Jan 2020
  • - LÍV

Tikin av fótum av partabrøvunum í 2019


Góða gongdin hjá partabrøvum helt fram í 4. ársfjórðingi har virkislánsbrøvini eisini høvdu eitt jaligt
avkast.


Búskaparvøksturin batnaði (tók seg fram) í 4. ársfjórðingi


Vøksturin í heimsbúskapinum var hóvligur í 4. ársfjórðingi. Í mun til undanfarna ársfjóðring, so var
amerikanski búskaparvøksturin støðugur, meðan tann evropeiski búskapurin hevði eina
framgongd, tó støðiðer lágt. Í Kina tykist búskaparvøksturin at hækka, men enn eru útlitini merkt av
óvissu.


Í mun til undanfarna ársfjórðing, so var búskaparvøksturin í Amerika óbroyttur. Hyggur man eftir
tænastu- og framleiðsluvinnuni, so er týðiligt, at tænastuvinnan gongur fram meðan
framleiðsluvinnan er ein eftirbátur í løtuni. Sjálvt um arbeiðsloysið er lágt og hampuligur
lønarvøkstur stuðlar undir privatforbrúkinum, sum hevur stóran týdning fyri amerikanska búskapin,
so er óttin, at keðiliga gongdin í framleiðsluvinnuni kann ávirka tænastuvinnuna neiliga framyvir.
Eygleiðarar hava ikki verið jaligir um evropeiska búskapin. Tað hevur ikki hjálpt, at týski
búskapurin, sum er nokk tann týdningarmiklasti í Evropa í løtuni, hevur havt avbjóðingar innan
framleiðsluvinnuna. Tí er jaligt, at búskaparvøksturin hækkaði, tó støðið er lágt. Eisini í Evropa er
arbeiðsmarknaðurin batnaður og hampuligur lønarvøkstur stuðlar undir privatforbrúkinum.
Gjøgnum pengapolitikkin hevur evropeiski miðbankin lækkað rentuna, sum væntandi verður lág í
eitt longri tíðarskeið afturat, og keypt lánsbrøvi fyri at seta enn meira gongd á búskapin. Evropeiski
miðbankin hevur nevnt, at útvald lond kundu havt ein meira stimbrandi fíggjarpolitik.
Eftir at ES og Stóra Bretland høvdu góðtikið at útseta Brexit til 31. januar 2020 vegna politiskar
avbjóðingar, so útskrivaði Boris Johnson val í desember. Avgerðin má sigast at vera røtt, tí flokkur
hansara, Conservatives, fingu meirilutan og tí er ikki neyðugt við stuðulsflokkum, sum hevur verið
ein avbjóðing. Forsetin hevur staðfest 31. januar 2020, sum dagurin Stóra Bretland sigur farvæl til
ES. Men partarnir skulu nú samráðast um eina nýggja handilsavtalu. Um eingin avtala finst áðrenn
01. januar 2021 ella Stóra Bretland hevur fingið eina útsetan, so verða treytirnar hjá WTO
galdandi, sum m.a. verður nevnt ”hard-Brexit”.

 

Avkastgongdin


Avkastið hjá partabrøvunum var jaligt fyri 4. ársfjórðingin, og fyri 2019 hevur avkastið verið sera
gott. Lága rentustøðið ger, at fleiri íleggjarar leita sær eftir øðrum íløgumøguleikum, sum hevur
havt eina jaliga ávirkan á partabrøvini. Eisini er tann politiska óvissan minkað, tí m.a. hava Amerika
og Kina avgjørt at undirskriva eina ”fase-1” avtalu umframt at Brexit tykist nærkast einari avkláring.
”Fase-1” avtalan fer ikki at loysa handilskríggið, men kemur vónandi at betra um samstarvið og
treytirnar millum londini, so ein nýggj tilgongd til eina útbygda avtalu kann koma uppá tal seinni.
Sjálvt um partabrøvini hava verið hækkandi, so er rentan ikki broytt stórvegis. Hetta ger, at
avkastið á m.a. ríkis- og realkredittlánsbrøvunum hevur verið støðugt lágt. Ein orsøk til lágu, ella
støðugu, rentuna er pengapolitikkurin í Amerika og ES, sum hava sagt, at rentan verður meira ella
minni óbroytt komandi tíðina. Hetta fyri at stuðla undir búskaparvøkstrinum.
Avkastið á virkislánsbrøvum hevur verið jaligt. Orsøkin er tann, at rentumunurin millum tey tryggu
og meira váðafullu lánsbrøvini er minkaður, tí m.a. politiska óvissan er lækkandi.
Hyggur man eftir árinum 2019, so var tað serliga framgongdin hjá partabrøvunum, sum hevur havt
nógvar yvirskriftir. Framgongdin hevur verið galdandi fyri tey flestu vísutølini. Vísitalið, MSCI World,
sum skal vísa gongdina á alheimsins partabrøvum hækkaði 25% í lokalum gjaldoyra. Onkur lítil
afturgongd hevur verið gjøgnum árið, men hvørja ferð er partabrævamarknaðurin komin sterkt
aftur.

Komandi ársfjórðing


Sjálvt um tað hava verið avkláringar uppá handilskríggið millum Amerika og Kina umframt Brexit,
so kann væntast at hetta kemur eisini at merkja virðisbrævamarknaðin í 2020. Ein onnur óvissa er
um støðan í Miðeystri versnar.
Tað er altíð trupult at spáa um framtíðina, men flestu serfrøðingar vænta ikki, at avkastið fyri 2020
verður eins gott sum 2019. Partabrøvini eru hækkaði nógv og spurningar eru settir um
prísásetingina og framtíðar vakstrarútlitini hjá fyritøkunum. Eisini er tað ein avbjóðing, at lága
rentustøðið heldur fram. Lága rentustøðið ger, at íleggjarar leita eftir íløgubólkum, sum geva hægri
avkast. Tað kann gera, at íleggjarin verður noyddur at átaka sær ein hægri váða enn ætla. Tá er
tað eisini umráðandi, at íløgusamansetingin hevur eina nøktandi váðaspjaðing.

Vøksturin í heimsbúskapinum var hóvligur í 4. ársfjórðingi. Í mun til undanfarna ársfjóðring, so var amerikanski búskaparvøksturin støðugur, meðan tann evropeiski búskapurin hevði eina framgongd, tó støðiðer lágt.

Share on :