Havnar Handverkarafelag gjørt 5-ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV

  • 10 Dec 2019
  • - LÍV

Tíðindaskriv

Nýggj samlagstryggingaravtala tryggjar limunum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini

 

Havnar Handverkarafelag hevur vegna Havnar Handverkarafelag, Vágs Handverkarafelag, Tvøroyrar Handverkarafelag, Skála Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið frá 1. januar 2020 gjørt ein 5-ára samlagstryggingarsáttmála við LÍV.

Sáttmálin tryggjar sveinum og lærlingum, sum eru limir í omanfyri nevndu feløgum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini.

“Vit fegnast um nýggju avtaluna, sum tryggjar limum okkara eina góða og støðuga samlagstrygging komandi árini. Eitt av okkara høvuðsendamálum er at tryggja limum okkara góð viðurskifti – eisini á tryggingarøkinum”, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Kunnandi tilfar um ítøkiliga innihaldið í avtaluni verður tøkt ein av komandi døgunum.

“Vit á LÍV fegnast um, at feløgini hava gjørt avtalu við okkum. Góð tryggingarviðurskifti hava sera stóran týdning fyri einstøku familjuna, um sjúka ella annað rakar”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

Avtalan er galdandi frá 1. januar 2020.

Nýggj samlagstryggingaravtala tryggjar limunum góðar og støðugar tryggingar komandi 5 árini

Share on :