UM LÍV

Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Vit umsita stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum. 

  

Sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. Grundarlagið fyri virksemið varð lagt í oktober mánaða 1966, tá lógin um Føroya Lívstrygging varð samtykt. 1. januar 1967 byrjaði virksemið hjá fyritøkuni. 


Kjarnuvirðini hjá okkum eru serfrøði, opinleiki, trúvirði og tryggleiki.


Tal á teknaðum tryggingum - 24.334 

Samlað eftirlønaruppsparing pr. 31.12.2018 uml. 4,5 mia. kr. 

Stóra eftirlønaruppsparingin gevur møguleika fyri góðum avtalum á virðisbrævamarknaðinum og soleiðis einum betri avkasti.

Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan av vinninginum hjá felagnum.