Søgan

Føroya Lívstrygging er sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966, virksemið hjá fyritøkuni byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum ein sjálvstøðug fyritøka. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar - í dag Betri Trygging - og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki. Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd og varð 1. januar 2000 umskipað til partafelag. Síðani 2008 hevur fyritøkan í dagligari talu verið nevnd LÍV. 


 Í dag er okkara eftirlønarvirksemi býtt í tveir partar:

• Eftirlønaravtalur, sum stavað frá tíðini undan ár 2000, liggja í P/F LÍV, Lívs- og pensjónstryggingarfelag, sum verður rikið við landskassaveðhaldi. Her verður ikki nýteknað. 

• Eftirlønaravtalur frá 1. januar 2000 og frameftir liggja í P/F Tryggingarfelagið LÍV. Sama er galdandi fyri samlagstryggingaravtalurnar, sum gjørdar eru við LÍV. Hesar avtalur eru ikki fevndar av landskassaveðhaldi. 


Tað er P/F LÍV Holding, sum í dag eigur P/F Tryggingarfelagið LÍV og umsitur P/F LÍV, lívs- og pensjónstryggingarfelag og dótturfeløgini í LÍV samtakinum. Vanliga verður sagt, at vit halda til í Quillingsgarði, ið er eitt av elstu húsunum í Havnini. Hetta er tó minsti parturin av okkara hølum, og húsast vit í seks samanbygdum húsum. Nevnast kann, at t.d. Wenzel Petersen, Aage Dahl og Sápuhúsið eisini hava havt sítt virksemið her.  


Við søluni av LÍV eigur kundin nú LÍV-Samtakið umvegis P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV.