KÆRUMØGULEIKAR

Tá ið tryggingaravtalur verða gjørdar, kunnu støður stinga seg upp, har tryggingartakarin ikki er nøgdur við avgerðina, sum tryggingarfelagið tekur. Hetta kann bæði vera í samband við tryggingarveiting vegna óvinnuføri og hættisliga sjúku. Higartil hevur tryggingartakarin haft møguleikan at royna málið í rættinum. Hetta kann taka drúgva tíð og gerast sera kostnaðarmikið. Fyri at lætta um kærumøguleikan og samstundis at gera tænastuna enn betri, hevur LÍV fingið limaskap í Ankenævnet for Forsikring. Sostatt er møguleiki at royna málið hjá Ankenævnet for Forsikring, um so er, at avgerðin er tikin í samband við tryggingar- tilburð, sum hevur verið eftir 1. desember 2004.

Ankenævnet hevur verið virkið síðani 1975. Formaður í Ankenævnet er hægstarættardómari, og har sita eisini umboð fyri danska brúkararáðið og danska tryggingaryrkið. Hesi umboð hava hollan kunnleika í øllum tryggingarmálum, tryggingartreytum og tryggingarlóggávu. Tryggingartreytir og tryggingarlóg í Føroyum líkjast nógv donskum viðurskiftum. Sostatt hevur Ankenævnet neyðugan førleika og innlit at viðgera kærur, sum koma úr Føroyum.


Ankenævnet For Forsikring 

Anker Heegaards Gade 2, 1.

DK-1572 København V. 

Tlf. +4533158900

Teldupostur: ankeforsikring@ankeforsikring.dk

www.ankeforsikring.dk 


Skrivstovutíð kl. 09.00 - 12.00 føroyska tíð.


Ynskist nærri leiðbeining, ert tú vælkomin at ringja til LÍV.

Vanligt er, at úrskurðir hjá Ankenævnet verða fylgdir av tryggingarfeløgunum. LÍV hevur eina freist upp á 30 dagar at boða Ankenævnet frá, um so er, at avgerðin ikki verður tikin til eftirtektar. Verður hetta ikki fráboðað innan nevndu freist, er avgerðin hjá Ankenævnet bindandi fyri LÍV. Í teimum førum, har LÍV boðar Ankenævnet frá, at felagið ikki fylgir avgerðini, og tryggingartakarin vil hava eina endaliga og bindandi avgerð fyri báðar partar, er neyðugt at leggja málið fyri rættin. Tryggingartakarin er ikki bundin av úrskurði hjá Ankenævnet og varðveitir tí møguleikan at leggja málið fyri rættin.

Allir tryggingartakarar hjá LÍV kunnu leggja kærur fyri Ankenævnet. Áðrenn kærast kann, skal tryggingartakarin hava roynt at fáa í lag eina nøktandi semju við LÍV. Verður ikki komið á mál við hesum, verður kæran send teldutøk umvegis heimasíðuna hjá Ankenævnet. Kæran skal vera á donskum. Samstundis sum kært verður, skal gjaldast kr. 200,- inn á bankakonto nr. 4180-9078630 hjá Ankenævnet. Fær tryggingartakarin fult ella lutvíst viðhald í kæruni, verður gjaldið afturrindað. 


Til ber at fara beinleiðis inn á heimasíðuna hjá Ankenævnet for Forsikring við at nýta niðanfyri standandi leinkjur. 


Kæra: http://ankeforsikring.dk/klageguide/Sider/klageguide-step3.aspx 

Leiðbeining: http://ankeforsikring.dk/Documents/Brugervejledning%20-%20klagere-1.pdf


Eru ivamál um hvussu ein kæra verður send, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við LÍV á tlf. 31 11 11 ella umvegis liv@liv.fo.