UMSITINGARGJALD & KUNDAVIÐURSKIFTI


Seinastu árini hevur tað eydnast felagnum at fasthildið ein lækkandi rakstrarkostnað i mun til inngoldin bruttotryggingargjøld. 

Umsitingargjaldið er nú lækkað niður í 5% + kr. 300,- í grundgjaldi, fyri teir kundar, sum hava eina marknaðarrentu avtalu. 

Gongdin staðfestur styrkini av at lyfta í felag. Fleiri vit eru, sum standa saman, bíligari verður tað fyri tann einstaka. 

Arbeitt verður framhaldandi at lækka rakstrarkostnaðin, fyri at kunna bjóða viðskiftafólkunum eina kappingarføra tænastu.

LÍV hevur nógvar upplýsingar um síni viðskiftafólk. Upplýsingar, sum kunnu verða viðkvæmar, um tær verða latnar óviðkomandi. LÍV hevur tørv á tínum upplýsingum fyri at kunnu røkja tínar tryggingar á bestan hátt, og fyri at tillaga tryggingarnar til júst tín tørv. Allar upplýsingar verða sjálvsagt viðgjørdar í trúnaði á LÍV. Upplýsingarnar, sum eru skrásettar hjá LÍV eru bústaður, p-tal, heilsustøðu osfr. Flestallar eru frá tryggingartakarunum sjálvum. Aðrar upplýsingar hevur tryggingartakarin givið LÍV loyvi til at innheinta. LÍV hevur skyldu til at lata almennum myndugleikum ávísar upplýsingar um síni viðskiftafólk í sambandi við sítt virksemi. Bert neyðugar upplýsingar verða latnar. Um tú ikki hevur givið LÍV loyvi til at lata øðrum upplýsingar um teg, verða upplýsingar bert latnar í samsvari við løgtingslóg um tryggingarvirksemi og løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta verður bert gjørt í serligum førum, um tað er neyðugt fyri at røkja tíni áhugamál og tína trygging. Tú ert vælkomin at venda tær til okkum, um tú ivast í, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg. Eisini um tú ivast í, hvørjar upplýsingar LÍV kann lata øðrum, um tú hevur givið loyvi til tess. Eitt ómaksgjald kann verða ásett, um tú vilt hava skrivligt svar uppá, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg.