PERSÓNSTRYGGINGAR


Lívstrygging er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá.

Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar sum samlagstrygging. Tað vil siga, at hesar tryggingar verða teknaðar í einum stórum felags bólki. Hetta gevur betri javnvág, tá hugsað verður um skaðagongd og prísáseting. Hjá okkum fær kundin ágóðan, tá avlop er í bólkinum. Grundað á samansetingina hevur LÍV seinastu árini lækkað upprunaliga prísin við 40%. 

Fyri at lætta um fíggjarliga, um tú ella børn hjá tær verða rakt av ávísum hættisligum sjúkum, bjóða vit eina trygging, sum gevur rætt til útgjald eftir nærri ásettum reglum.

Ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er tú, sum gert av, hvussu upphæddin verður brúkt.

Tryggingin fevnir um børn upp til 18 ára aldur. Les nærri um treytir fyri hvørjar sjúkur/sjúkuavgerðir eru fevndar av tryggingini, og hvørjar reglurnar eru fyri útgjaldi. Yvirlitið er dagført per 01.01.2017.


ÁVÍSAR HÆTTISLIGAR SJÚKUR - TREYTIR

Óarbeiðsførið kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint. Tí bjóða vit tær at tekna eina óarbeiðsføristrygging, sum við einum mánaðarligum útgjaldi kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til. Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.

Til tín sum ynskir ein alternativan møguleika, tá viðgerðartilgongdin gerst ov long. Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi. Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva. LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Mølholm Forsikring í Danmark. 


Í samband við skaðafráboðan kanst tú rita inn á Mit Mølholm við at brúka MÍN LYKIL. Svarið hevur tú innan 2 yrkadagar. 


Nærri ásetingar og treytir finnur tú á heimasíðuni www.molholmforsikring.dk 


Eru ivamál um tryggingarpartin ella hvussu ein skaðafráboðan verður send, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 311111 ella umvegis liv@liv.fo.

MØLHOLM-FORSIKRING