Lat okkum hjálpa tær at seta saman fíggjarliga trygdarnetið, 
so hongur tað ikki á tær


PENSJÓNSSAMANSPARING


Vit hava skipað pensjónspartin soleiðis, at hesin er einfaldur at umsita. Okkara arbeiðsháttur og sparsemi í fyrisiting tryggjar tær ein lægri kostnað, eitt betri avkast og harvið eina hægri pensjón. Vit ynskja fult gjøgnumskygni og dylja ikki umsitingargjaldið. Fyri okkara marknaðarrentuavtalur er umsitingargjaldið 5% av árliga inngjaldinum + eitt árligt grundgjald á kr. 300.

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, spara vit upp til tína eftirløn fyri teg. Eftir 3 mánaða óarbeiðsføri, heldur LÍV fram við tínum inngjaldi, so leingi óarbeiðsføri stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur. 

Sostatt hevur tú vissu fyri, at inngjaldið til tína pensjón ikki brádliga steðgar, um óarbeiðsførið rakar í eitt longri tíðarskeið.  

Pr. 01.01.2019 verður goldin 30-40% eftirlønarskattur av inngjaldinum, og útgjaldið er sostatt skattafrítt. Inngjøld fram til 1. januar 2014 – og rentan av hesum virði – fylgja teimum avtalum um útgjald, sum gjørdar eru frammanundan. Útgoldið verður í tráð við ásetingarnar í Rentutryggingarlógini.

Er skattskylduga ársinntøkan
hægri enn:
men lægri enn, ella  
ájavnt við :
Er eftirlønarskatturin í procent 
av samlaða inngjaldinum :
kr. 0kr. 235.00030,0
kr. 235.000kr. 240.00030,5
kr. 240.000kr. 245.00031,0
kr. 245.000kr. 250.00031,5
kr. 250.000kr. 255.00032,0
kr. 255.000kr. 260.00032,5
kr. 260.000kr. 265.00033,0
kr. 265.000kr. 270.00033,5
kr. 270.000kr. 275.00034,0
kr. 275.000kr. 280.00034,5
kr. 280.000kr. 285.00035,0
kr. 285.000kr. 290.00035,5
kr. 290.000kr. 295.00036,0
kr. 295.000kr. 300.00036,5
kr. 300.000kr. 305.00037,0
kr. 305.000kr. 310.00037,5
kr. 310.000kr. 315.00038,0
kr. 315.000kr. 320.00038,5
kr. 320.000kr. 325.00039,0
kr. 325.000kr. 330.00039,5
kr. 330.000-40,0

Um tú doyrt áðrenn eftirlønaraldur, verður uppsparda virðið útgoldið til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Samansparing og renta, sum stavar frá inngjøldum fram til og við 31.12.2011 verður útgoldin í tráð við ásetingar í Rentutryggingarlógini. Avgjald/skattur verður frároknað í sambandi við útgjald. 


Samansparing og renta, sum starvar frá inngjøldum í tíðarskeiðnum 01.01.2012 til og við 31.12.2013 verður útgoldin við ásetingar í Rentutryggingarlógini. Útgjaldið er skattafrítt. 


Samansparing og renta, sum stavar frá inngjøldum frá 01.01.2014 og frameftir verður útgoldin í tráð við ásetingar í Eftirlønarlógini. Útgjaldið er skattafrítt. 


Ásetingar í Eftirlønarlógini í sambandi við útgjald eru soljóðandi:


Lívrenta
Minst 45%
Lutaeftirløn
Mest 55%
Kapitalútgjald
Mest 15%
Í minsta lagi 45% av samanspardu
eftirlønini skulu verða útgoldin sum Lívrenta. Hetta verður goldið út mánaðarliga, frá tú fyllir 67 ár, og so leingi tú ert á lívi.
Í mesta lagi 55% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum Lutaeftirløn, ið verður goldin út í eins stórum lutum mánaðarliga í eitt tíðarskeið, sum er minst 10 ár.
Í mesta lagi 15% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum kapitalútgjald, ið verður goldið út í einum.



Undantak smb. § 10 í Eftirlønarlógini:

Upphæddir galdandi pr. 01.01.2018. Er tín samlaða eftirlønarsamansparing minni enn kr. 391.708,- kunnu upp til kr. 58.756,- verða rindaðar út í einum, og restin kann gjaldast út við upp til kr. 2.448,- um mánaðin, til alt er útgoldið. Nevndu upphæddir verða dýrtíðarviðgjørdar á hvørjum árið.


Yvirlit á kundaportalinum MÍTT LÍV 

Inngjøld fram til og við 31.12.2011 eru bókað inn á trygging nr. 14-xxxxxx 

Inngjøld frá 01.01.2012 og frameftir eru bókað inn á trygging nr. 15-xxxxxx

Við einari LÍV+ kontu bjóða vit tær at økja um úrtøkuna við eftirlønaraldur. LÍV+ er ætlað sum ískoytiseftirløn til okkara verandi og komandi kundar. 

Uppsparingin verður rentað við marknaðarrentu. Við marknaðarrentu fært tú tann ágóða, sum marknaðurin gevur. Í góðum tíðum fært tú ágóðan av góðu gongdini. 

Møguleiki er tó fyri negativum avkasti í ávísum tíðarskeiðum, tá tað gongur minni væl.

LES NÆRRI HER UM LÍV+

Nú útgjaldið av tínari pensjón nærkast, skal støða takast til, um peningurin skal flytast. 

Alsamt fleiri velja at lata peningin standa á einari LÍVKONTU hjá okkum. 

Hetta verður gjørt uttan stovningarkostnað. Uppsparingin verður rentað við marknaðarrentu. 

Íløgurnar í sambandi við LÍVKONTU verða gjørdar við lægsta váða. Til ber at fylgja gongdini á kontuni á kundaportalinum MÍTT LÍV.

LES NÆRRI HER UM LÍVKONTA HER