FÍGGJARVIÐURSKIFTI

Arbeiðsgevarar flyta eftirlønargjald í sambandi við A-inntøkur á konto: 9181 - 478.898.4 

Eftirlønargjald í sambandi við B-inntøkur verður inngoldið eftir nærri avtalu við LÍV.

Privat inngjøld, sum ikki rinda skatt, verða goldin umvegis PBS.

Etiskt og sosialt ráðiligar íløgur


Íløguvirksemið hjá Tryggingarfelagnum LÍV (Lív 2) og LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagnum (Lív 3) verður skipað soleiðis, at málið um hægst møguligt avkast verður rokkið, samstundis sum atlit verða tikin til, at íløgurnar eru etiskt og sosialt ráðiligar. 

Tann størsti parturin av íløgunum hjá báðum feløgunum verður umsitin av íløgurøktarum uttan fyri felagið. Í avtalum við íløgurøktararnar verður skrivað, at dentur áhaldandi skal leggjast á at halda grundleggjandi mannarættindi. Málið er, at ILO-sáttmálin um ikki at misnýta barnaarbeiði, ikki at gera nýtslu av tvingsilsarbeiði, ikki at gera mismun millum kyn á arbeiðsplássinum og at virða felagafrælsið verður hildin. 


Umframt hetta leggja vit dent á ikki at gera íløgur í feløg, ið framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn, landminur ella avgerandi lutir í hesum sambandi. Heldur ikki verða íløgur gjørdar í feløg, hvørs høvuðsvirksemi er tubbaksframleiðsla ella hevur høvuðsinntøku frá hesum virksemi. 


Gerst íløgurøktarin kunnugur við, at felag, ið Tryggingarfelagið LÍV (Lív 2) og LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið (Lív 3) hevur gjørt íløgu í, opinlýst ikki heldur omanfyristandandi reglur, verður boðað tryggingarfeløgunum frá hesum. Harumframt hevur íløgurøktarin skyldu til at boða frá, um ein fyritøka, sum tryggingarfeløgini eiga partabrøv í, gerst partur av almennari atfinning ella er drigin upp í sakarmál av stórum týdningi viðvíkjandi etiskum, sosialum ella umhvørvisligum viðurskiftum, sum hava við atburðin hjá fyritøkuni at gera. 


Fyri at tryggja opinleika um partabrævaíløgurnar verður listin við øllum partabrøvum við síðst farna árslok lagdur á heimasíðuna hjá LÍV. 


Samtykt á nevndarfundi 23. juni 2008

 Í 2012 legði LÍV um frá miðal- til marknaðarrentu. Samstundis bleiv gjørd ein nýggj íløguskipan fyri allar kundar, sum hava eina marknaðarrentuavtalu. Á tryggingarmáli nevnist hetta ein lívlagað skipan, sum merkir, at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir fram til eftirlønaraldur. 

Íløgurnar verða gjørdar í tveimum bólkum. Munurin á hesum bólkum er býtið millum láns- og partabrøv. Teir kundar, sum hava millum 0 og 10 ár fram til eftirlønaraldur, fáa tillutað eitt vektað íløguavkast úr bolki 1 og 2. 


DØMI: Kundi við 4 árum fram til eftirlønaraldur fær tillutað 40% av avkastinum úr bólki 1 og 60% av avkastinum úr bólki 2. 


Ein lívlagað íløguskipan gevur okkum betri møguleikar at laga íløguprofilin til einstaka kundan fyri at fáa betri javnvág millum aldur og tiknan íløguváða. 

Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at felagið ikki verður so meint rakt, um ein íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast. 

Tú sleppur frá at velja millum váðabólkar og fylgja við marknaðargongdini, tí vit gera hetta fyri teg. Undir "Íløguyvirlit fyri LÍV II og III" finnur tú eitt fullfíggjað virðisbrævayvirlit, sum vísir, hvørjar íløgurnar hjá felagnum eru. 


 Lívlagaða eftirlønarskipanin er lýst á myndini niðanfyri. 

P/F LÍV Holding (LÍV1) : 496588 
P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV2) : 582484 
P/F LÍV Lívs- og Pensjónstryggingarfelag (LÍV3) : 601683
Óheftu limirnir í grannskoðanarbólkinum eru Høgni Olsen, Finn Danberg, Gunnleyg Árnafjall og Árni Arge.