Marknaðarinnlit – 2. ársfjórðing 2019

  • 19 Jul 2019
  • - LÍV

Partabrævavísitølini seta met

Góða gongdin í 1. ársfjórðingi helt fram í 2. ársfjórðingi har partabrøvini og virkislánsbrøvini høvdu eitt jaligt avkast.  

 

Endurtøka av 1. ársfjórðingi: Hækkandi partabrøv og lækkandi rentur 

Partabrævamarknaðurin hevur verið hækkandi í 2019 og væntast fleiri partabrævavísitøl seta met. Í sama tíðarskeiðið eru renturnar lækkaðar og hava nógvar lánsbrævarentur ikki verið lægri. Hetta kemur til sjóndar við at fleiri ríkis- og realkreditlánsbrøv hava eina negativa rentu. Tað sum er áhugavert fyri eygleiðarar er, at lánsbrævamarknaðurin heldur búskaparútlitini verða neilig, meðan partabrævamarknaðurin heldur tað øvugta. 

 

Virðisbrævamarknaðurin hevur serliga verið merktur av tveimum umrøðuevnum. Tað fyrra evnið var rentuútmeldingarnar frá amerikanska tjóðbankanum og evropeiska miðbankanum um, at møguligar rentuhækkingar eru útsettar. Millum orsøkirnar er at búskaparligu lyklatølini eru versnaði, tó jalig, og inflasjónin er framvegis lág. Tað kann nevnast, at um evropeiski miðbankin byrjar eina væntaða uppkeypsætlan av ríkislánsbrøvum, so kemur miðbankin at eiga 33% av øllum ríkislánsbrøvum í ES. 

 

Seinna evnið var avtalaði fundurin millum Kina og Amerika á G20-fundinum. Londini avtalaðu at byrja handilssamráðingarnar av nýggum. Men søgan hevur víst, at sjálvt um hetta er jaligt, so er langt á mál. Í mun til Amerika, so hava Evropa og Kina størri avbjóðingar við búskaparvøkstrinum. 

 

Avkastgongdin

Avkastið hjá parta- og lánsbrøvunum var positivt í 2. ársfjórðingi. Serliga er tað avkastið hjá partarbrøvunum, sum hava eitt positivt ískoyti til samlaða avkastið. 

 

Renturnar hava verið lækkandi gjøgnum 2. ársfjórðing, so avkastið á ríkis-, realkreditt- og virkislánsbrøvunum var positivt. Sjálvt um rentumunurin millum tryggu lánsbrøvini og virkislánsbrøvini hækkaði av handilskrígnum millum Amerika og Kina, so var avkastið positivt. Tryggu lánsbrøvini høvdu eitt avkast millum 2-3%, meðan virkislánsbrøvini høvdu eitt avkast áleið 5%. 

 

Partabrøvini hava havt framgongd alt 2019. Serliga 1. ársfjórðingur ger, at avkastið á útlendskum partabrøvum nærkast 15%. Fyri alt árið 2019, er tað serliga partabrøvini og virkislánsbrøvini, sum hava havt eitt jaligt íkast til avkastið í 2019. 

 

Komandi ársfjórðing

Framvegis er eingin loysn funnin á handilskrígnum millum Amerika og Kina. Londini hava avtalað, at fara aftur til samráðingarborðið, men enn er einki undirskrivað. Flestu eygleiðarar vænta eina semju, men tað er trupult at blíva samdur um innihaldið og harvið búskaparligu avleiðingarnar. 

 

ES stríðist enn við Brexit, men Trump hevur sagt, at Amerika ætlar at seta sjóneykuna á bilídnaðin í Evropa. Um Amerika setur hægri avgjøld og toll á innflutt akfør úr Evropa, so kann avleiðingin síggjast í ídnaðarframleiðsluni í serliga Týsklandi og Frankaríki. 

 

Tað er altíð trupult at meta um framtíðina. Sum nevnt í byrjanini, so er møguligt at siga, at lánsbræva- og partabrævamarknaðurin hevur hvør sína meting um búskapargongdina. Sjálvt um búskaparvøksturin ikki er eins høgur, sum áður, so er hann framvegis positivur. Men komandi tíðina verður áhugavert at fylgja roknskapartíðarskeiðinum og útmeldingum frá teimum ymsu tjóð- og miðbankunum, tí hetta hevur týdning fyri t.d. partabrævagongdina. 

 

 

 

Avkastið hjá parta- og lánsbrøvunum var positivt í 2. ársfjórðingi. Serliga er tað avkastið hjá partarbrøvunum, sum hava eitt positivt ískoyti til samlaða avkastið.

Share on :