Globe Tracker gjørt avtalu við týskan flutningsrisa

  • 04 Jun 2019
  • - LÍV

Sum ein av høvuðspartaeigaranum í Globe Tracker, fegnast vit í LÍV samtakinum um, at ein týskur flutningsrisi hevur valt føroysku KT-loysnina hjá Globe Tracker. Hapag-Lloyd hevur gjørt 3 ára avtalu við føroyska Globe Tracker um útgerð og forrit til stýring av øllum 91.500 kølibingjunum hjá felagnum. Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.

Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit er, og til ber at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.

Globe Tracker-útgerðin, ið verður sett á og knýtt í kølibingjurnar, hevur samband við Globe Tracker-forritini umvegis fjarskiftisnetið. 

"Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum. Í løtuni hevur talgilding høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundan um felagið", staðfestir Jákup Lamhauge, stjóri.

Hapag-Lloyd, sum er fimtastørsta flutningsfelagið í heiminum, kunnger avtaluna við Globe Tracker í dag 4. juni 2019 á stóru flutningsmessuni "transport logistic" í München í Týsklandi.

Um Hapag-Lloyd

Hapag-Lloyd AG er eitt av leiðandi bingjuflutningsfeløgunum í heiminum við 235 nýmótans bingjuskipum, sum rúma 2,5 milliónir bingjueindir. Hapag-Lloyd varð upprunaliga stovnað í 1847 og hevur høvuðsskrivstovu í Hamburg í Týsklandi. Felagið hevur 12.800 starvsfólk og 398 skrivstovur í 128 londum.

www.hapag-lloyd.com

Um Globe Tracker

Globe Tracker framleiðir útgerð og mennir forrit til sporing, eftirlit og stýring av bingjum. Globe Tracker ApS varð stovnað í 2016, er skrásett í Danmark og hevur høvuðsskrivstovur í Tórshavn og Florida, umframt virksemi í Íslandi. Høvuðspartaeigarar eru P/F Tryggingarfelagið LÍV, P/F LÍV lívs-og pensjónstryggingarfelagið, Norðoya Íløgufelag og Framherji. Í Globe Tracker starvast 14 fólk, harav 5 í Føroyum.

www.globetracker.com

 

 

 

 

Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.

Share on :