LÓGIR & TREYTIR


OGNARFELAGIÐ LÍV

Umboðsráðið er umboðið hjá viðskiftafólkunum hjá LÍV á aðalfundinum hjá Ognarfelagnum LÍV. Meira kunning um umboðsráðið sæst í viðtøkunum fyri Ognarfelagið LÍV.

VIÐTØKUR FYRI OGNARFELAGIÐ LÍV

EFTIRLØNARLÓGIN 01.01.2014

Galdandi Eftirlønarlóg, við gildi frá 01.01.2014, gevur tær møguleika at býta tína elliseftirløn í tríggjar partar, tá útgjaldið byrjar.


Eftirlønargjaldið verður skattað við inngjald, sostatt er útgjaldið skattafrítt 

1) Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívlong veiting, lívrenta, ið sbrt løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men fellur burtur, tá viðkomandi doyr.

2) Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. 

3) Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtngslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum. 


NB: Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 391.709,- krónur við eftirlønaraldur sbr. § 9, stk. 2 kunnu ístaðin upp til kr. 58.756,- krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða útgoldið við upp til 2.448,- krónur um mánaðin. Hesar upphæddir verða dýrtíðarviðgjørdar á hvørjum ári.

Útgjaldast kann í fyrsta lagi við fólkapensjónsaldur sambært lóg um almannapensjónir, og í seinasta lagi tann dagin, tú fært fólkapensjón. Í løtuni er almenni pensjónsaldurin 67 ár. 

Virðið í inngjaldingartíðini er at meta sum kapitalsamansparing við arvarætti, um tú ikki hevur valt at stovna samansparingina sum eina lívrentu við innliman. Goldið verður út  til “næsta avvarðandi" uttan so, at onnur skriftlig avtala er gjørd við LÍV.  


INNGJØLD frá  01.01.2012 og við 31.12.2013

01.01.2012-31.12.2013Loyvt inngjald árligaVið eftirlønaraldur
Kapitaleftirlønupp til kr. 25.000,-Skattafrítt
Lutatrygging 10 árupp til kr. 100.000,-Skattafrítt
Lívrenta*
Skattafrítt

*Inngjald omanfyri kr. 125.000 fór inn á eina lívrentu


 Um tú ynskir tað, ber eisini til at flyta samansparda virðið inn undir ásetingarnar í Eftirlønarlógini.


Felags fyri samanspart virðið og rentu av hesum virði er, at útgoldið verður í tráð við tær avtalur, sum gjørdar eru fram til henda dag og fylgja útgjøldini ásetingunum í Rentutryggingarlógini.


INNGJØLD fram til 0g við 31.12.2011

Til og við 31.12.2011Loyvt inngjald árligaVið eftirlønaraldur
Kapitaleftirlønupp til kr. 50.000,-35% avgjald
Lutatrygging 10 árupp til kr. 100.000,-A-inntøka
Lívrenta*
A-inntøka

*Inngjald omanfyri kr. 150.000 fór inn á eina lívrentu.


Felags fyri samanspart virðið og rentu av hesum virði er, at útgoldið verður í tráð við tær avtalur, sum gjørdar eru fram til henda dag og fylgja útgjøldini ásetingunum í Rentutryggingarlógini.




Tryggingareftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, ið hava fingið loyvi til at reka tryggingarvirksemi sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Harumframt hevur eftirlitið annað eftirlitsvirksemi, undir hesum uttanhýsiseftirlitið við Føroya Realkreditstovni (Realurin).


Tryggingareftirlitið er ikki kærumyndugleiki hjá tryggingartakarum, ið kunnu kæra sambært ásetingum í tryggingartreytunum. Tó kann eftirlitið sjálvt taka mál um góðan skikk til viðgerðar. Tryggingareftirlitið er skipað við einari umsiting, ið hevur dagliga virki um hendi, og einum Tryggingarráði. Tryggingareftirlitið leggur fyri ráðið øll mál av almennum áhuga, mál har serstakur ivi er til staðar og mál, ið hava víðfevndar fylgjur fyri viðkomandi tryggingarfelag ella eftirlønargrunn, ella sum Tryggingareftirlitið annars metir hóskandi at leggja fyri ráðið. 


Tryggingareftirlitið fremur Tryggingarráðsins avgerðir og kunnar ráðið um, hvussu dagliga virki verður røkt, undir hesum viðgerð av teimum áheitanum, sum eru sendar Tryggingareftirlitinum. LÍV-samtakið er undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum.

LEINKJA

Við deyða rinda arvingar arvaavgjald av upphædd, ið verður útgoldin. Avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nær arvingur er skyldur við ognaran. Arvaavgjaldsskipanin er samansett av fýra bólkum.


Bólkur
Persónar
A
Hjúnafelagi, børn/ættleidd børn og børn hjá hesum
B
Foreldur og systkin/hálvsystkin og børn hjá hesum
C
Ommur, abbar og eftirkomarar hjá hesum
D
Onnur

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv verður rindað í arvaavgjaldi.

UpphæddABCD
1 – 1.0001,00%4,00%7,00%10,00%
1.001 – 2.0001,25%4,25%7,25%10,25%
2.001 – 3.0001,50%4,50%7,50%10,50%
3.001 – 5.0001,75%4,75%7,75%10,75%
5.001 – 10.0002,00%5,00%8,00%11,00%
10.001 – 20.0002,25%5,25%8,25%11,25%
20.001 – 50.0002,50%5,50%8,50%11,50%
50.001 – 100.0002,75%5,75%8,75%11,75%
100.000+3,00%6,00%9,00%12,00%


DØMI: Arvur á kr. 40.000, ið verður útgoldin til sambúgva, rindar 11,5 % í avgjaldi. Arvur, ið verður útgoldin til feløg o.tíl. rindar fast 10 % í arvaavgjaldi. Nevndu upplýsingar eru vegleiðandi úr “Lov om arveafgift”, ið er galdandi fyri Føroyar. Neyvari ásetingar fáast við at seta seg í samband við Skiftirættin, ið umsitur arvaavgjøld.

LEINKJA TIL LÓGINA