VÆLKOMIN Í PENSJÓNSFELAGIÐ LÍV 

Vit eru pensjónsfelagið LÍV. Vit hava í lýsingini sagt, at framtíðin er í vanda. Tað er kanska í so ógvisligt at siga. 
Men tað er púra rætt, at tað er nú í ungum árum, at tú gert rættast at samla tína pensjónsuppsparing á einum stað. 
Jú størri tín uppsparing er, meira fært tú í rentu.  

Her vilja vit fortelja tær, hvørji vit eru, og hvat vit gera. Og eisini, hvat tú skal gera, um tú velur at gerast ein av okkum. 

Vit eru ikki ein banki. Vit eru eitt pensjónsfelag og eitt lívstryggingarfelag. Tað merkir, at vit arbeiða við tínari og okkara alra framtíð. 
Tað, vit gera, er at samla allar pensjónsuppsparingarnar saman fyri at gera íløgur, bæði í Føroyum og uttanlands. 
Soleiðis fáa vit øll meira fyri pengarnar, enn um øll bara hvør í sínum lagi lata pengarnar standa á eini bankakonto.  

Saman fáa vit ein størri vinning. Ja, vit eru sum ein familja, sum tekur sær av hvørjum øðrum. 

VEL RÆTT KONTONUMMAR  

Pensjón orðnar ikki seg sjálvt. 

Eftirlønarlógin sigur, at tú 1. januar 2019 skalt flyta 5% av tíni løn á egna pensjónskonto.  

 Sig við tín arbeiðsgevara, at tú velur LÍV. Restina orðna vit. 

VIT ERU IKKI EIN BANKI 

Síðan 1967 hava vit arbeitt við framtíðini hjá øllum føroyingum, sum velja at vera limur í LÍV. 
Øll, sum hava sína pensjónsuppsparing í LÍV, gerast automatiskt limir.  
 

Fyrr var LÍV eitt alment pensjónsfelag, sum landið átti. Tað ger landið partvís enn. Men í 2017 keyptu 19 føroysk fakfeløg 33% av felaginum. 
Tey allarflestu í Føroyum, sum eru í einum fakfelag, hava valt LÍV sum sítt pensjónsfelag.

LÍV er føroyski veitarin, sum tryggjar, at fakligi førleikin er á føroyskum hondum.
Atlit verða tikin til føroyska 
marknaðin í útboði av tryggingum og pensjónum.
Tú rindar 5,5% í umsitingargjaldi 
+ eitt árligt grundgjald á kr. 300.
Tú byrjar at rinda umsitingargjald, 
tá tú hevur spart upp kr. 5.000.

VEL RÆTT PENSJÓNS-KONTONUMMAR 

Fyri at títt arbeiðspláss kann flyta tær løn, mugu tey vita, hvat títt pensjóns-kontonummar er. 

Um tey ikki hava títt kontonummar til tína eftirløn, so fáa tey ikki flutt tær lønina. 

Løn og pensjón fara á hvør sína konto. 
Eina konto til tína løn og so á eina konto, har sum tú sparir saman til tína pensjón. 

1. januar 2019 skal tú gjalda 5% til tín egnu eftirløn. 
Tí má tín arbeiðsgevi hava títt pensjóns-kontonummar, áðrenn lønin verður flutt til tín í januar.  


Velur tú LÍV sum títt pensjónsfelag, so kanst tú siga við tín arbeiðsgevara, at títt pensjóns-kontonummar er 9181 - 478.898.4 


Mítt LÍV

Tá tú hevur tína pensjónsuppsparing í LÍV, er tað lætt at fylgja við, um tín arbeiðsgevi hevur flutt pensjónina. 

Okkara kundaportalur eitur Mítt LÍV, og hann er til tín at brúka. 

Tað er lætt at logga á við tínum p-tali og loyniorði. Loyniorðið fært tú sendandi við at skriva til liv@liv.fo og shwjvuti- so ert tú inni.  


LOGIN Mítt LÍV

VEL TÍN RÁÐGEVA

Vit eru her at hjálpa tær, um tú hevur brúk fyri tí. Ring ella skriva til ein av okkum

member
SÓLVÁ HJALTALIN OLSEN Tryggingarráðgevi team

solva@liv.fo

35 11 19 

member
ANNLEYG D. HANSEN Málsviðgeri team

annleyg@liv.fo

35 11 24 

member
VIVIANN PETERSEN Tryggingarnæmingur team

viviann@liv.fo

35 11 71 

member
EMILIA LARSEN Tryggingarnæmingur team

emilia@liv.fo 

35 11 72 


SAMBAND

Vitja okkum:

 Mánadag - hósdag 10-16 og fríggjadag 10-15


Kopargøta 1 - P.O.Box 206 - FO-110 Tórshavn



Tú kann eisini skriva tíni boð her:

Samband við LIV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10