UM LÍV

Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Vit umsita stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum. 

  

Sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum. Grundarlagið fyri virksemið varð lagt í oktober mánaða 1966, tá lógin um Føroya Lívstrygging varð samtykt. 1. januar 1967 byrjaði virksemið hjá fyritøkuni. 


Kjarnuvirðini hjá okkum eru serfrøði, opinleiki, trúvirði og tryggleiki.


Tal á teknaðum eftirlønartryggingum - 21.468 

Samlað eftirlønaruppsparing pr. 31.12.2016 uml. 4,26 mia. kr. 

Stóra eftirlønaruppsparingin gevur møguleika fyri góðum avtalum á virðisbrævamarknaðinum og soleiðis einum betri avkasti.

Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan av vinninginum hjá felagnum.

Føroya Lívstrygging er sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966, virksemið hjá fyritøkuni byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum ein sjálvstøðug fyritøka. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar - í dag Betri Trygging - og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki. Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd og varð 1. januar 2000 umskipað til partafelag. Síðani 2008 hevur fyritøkan í dagligari talu verið nevnd LÍV. 


 Í dag er okkara eftirlønarvirksemi býtt í tveir partar:

• Eftirlønaravtalur, sum stavað frá tíðini undan ár 2000, liggja í P/F LÍV, Lívs- og pensjónstryggingarfelag, sum verður rikið við landskassaveðhaldi. Her verður ikki nýteknað. 

• Eftirlønaravtalur frá 1. januar 2000 og frameftir liggja í P/F Tryggingarfelagið LÍV. Sama er galdandi fyri samlagstryggingaravtalurnar, sum gjørdar eru við LÍV. Hesar avtalur eru ikki fevndar av landskassaveðhaldi. 


Tað er P/F LÍV Holding, sum í dag eigur P/F Tryggingarfelagið LÍV og umsitur P/F LÍV, lívs- og pensjónstryggingarfelag og dótturfeløgini í LÍV samtakinum. Vanliga verður sagt, at vit halda til í Quillingsgarði, ið er eitt av elstu húsunum í Havnini. Hetta er tó minsti parturin av okkara hølum, og húsast vit í seks samanbygdum húsum. Nevnast kann, at t.d. Wenzel Petersen, Aage Dahl og Sápuhúsið eisini hava havt sítt virksemið her.  


Við søluni av LÍV eigur kundin nú LÍV-Samtakið umvegis P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV. 

Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins.

LÍV vil framhaldandi vera tað størsta eftirlønartryggingarfelag, sum flestu føroysku feløg, virkir og starvsfólk kenna sum besti veitarin av eftirlønartryggingum. 

Ágóðin hjá felagnum skal koma viðskiftafólkum felagsins til góðar. 

Tað er felagsins visjón at uppbyggja burðardygt, langsiktað og álitisvekjandi samstarv, sum tryggjar teg og tíni. Vit ynskja at vera har, tá ið tú hevur tørv á okkara tænastu í sambandi við eftirløn, óarbeiðsføri, ávísar hættisligar sjúkur v.m. og hjá avvarðandi í sambandi við deyðsfall. 

Eftirlønaruppsparingin skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar, í tann mun hetta eisini tænir viðskiftafólkum felagsins.

Fyri kundar og samstarvfelagar ynskja vit, at okkara missjón og visjón koma kundum, samstarvsfelagum og samfelagnum til góðar ígjøgnum: 

  • Hægstu serfrøði á okkara virkisøki 
  • Opinleika og innlit í okkara virksemi og í kundans 
  • Álit og trúvirði á tað arbeiðið, vit gera, og á tær tænastur, vit veita ígjøgnum eitt langt samstarv 
  • At tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar.

Okkara mál er at veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Vit ynskja, at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina persónstrygging og/ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirlønaraldur. Í virksemi okkara, síggja vit dagliga at vit gera mun, og okkara málsetningur fyri komandi árini er, framhaldandi at virka fyri eini munagóðari virðisøking til einstaka kundan. 

Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum, umsita vit í dag uml. 65% av eftirlønar-marknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit sum okkara dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara.  



OGNARVIÐURSKIFTI

Tað er kundin, sum eigur P/F LÍV Holding umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag. 

Málsetningurin er áhaldandi at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini. 

Vit síggja í dagliga virksemi okkara, at vit gera mun, og fara vit áhaldandi at virka fyri einari øktari virðisøking til einstaka kundan komandi árini. 


TÍÐINDASKRIVIÐ FRÁ UTTANRÍKIS- OG VINNUMÁLARÁÐNUM 9. JUNI 2016 

“Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent gjørda sáttmálan millum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og fakfeløgini (P/F Fakfelag) um keyp av upp til 50% av partapeninginum í P/F LÍV Holding.  

 

Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur. 

Avhendingardagurin var partanna millum avtalaður til 1. juni 2016, men fyri at fáa øll praktisk og formlig viðurskifti avgreidd við sjálva yvirtøkuna, hava partarnir avrátt, at sjálv avhendingin fer fram hósdagin 1. september 2016, tá P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV fáa síni partabrøv og landskassin avrádda keypspeningin.”

Ognarfelagið LÍV eigur 50% av partapeninginum í P/F LÍV Holding 

· Stovningardagur 28. oktober 2005. Skrásetingardagur 23. november 2005. 
· Endamál felagsins er at eiga partapening í P/F LÍV Holding. 
· Eigari eru allir tryggingartakarar og tryggjaði hjá samtakinum LÍV-Holding. 
· Formansskapurin teknar felagið 

Umboðsráðið er umboðið hjá viðskiftafólkunum hjá LÍV á aðalfundinum hjá Ognarfelagnum LÍV. Meira kunning um umboðsráðið sæst í viðtøkunum fyri Ognarfelagið LÍV.

VIÐTØKUR FYRI OGNARFELAGIÐ LÍV


Formansskapurin er seinast valdur á aðalfundi 3. apríl 2017 

 · Selma Ellingsgaard, forkvinna 

 · Regin Olsen, næstformaður 

 · Sofus Debes Johannesen, kassameistari 

 · Eyðdis Ellendersen, tiltakslimur fyri næstformannin 


Umboðsráðslimir

Luitjen ApolNiclas Hentze Bogi Mortensen
Árni ArgeMarjun J. Hentze Pætur Niclasen
Jóannes N. DalsgaardRói HjelmIngun Vágsheyg Niclasen
Jákup Ó. DanielsenJohn HøjstedRegin Olsen
Eyðdis Ellendersen Hanna í HorniBúgvi Poulsen
Selma EllingsgaardBjarnheðin í HoyvíkPoul Poulsen
Lisa FrederiksbergSofus Debes JohannesenÁsa Poulsen
Annfinnur GarðalíðJenny Haldis KarlsdóttirElin Jóannesardóttir Rasmusen
Vár í GongBergun KassNoomi Káradóttir Rasmussen
Absalon HansenHeine LützenBirgir Sondum
Frímund HansenAugusta MikkelsenElin N.W. Tausen
Ella Norðberg HeinesenEydna Sandberg Mikkelsen

P/F Fakfelag eigur 33,33% av partapeninginum í P/F LÍV-Holding. 


P/F Fakfelag hevur í einum tíðarskeiði upp til 10 ár frá 1. september 2016 at rokna, rætt til at keypa tann partapening, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur í felagnum - svarandi til 16,67% - soleiðis, at samlaði ognarluturin gerst 50% av P/F LÍV Holding. 


Stjóri: Óluva í Gong - Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar 


Talsmaður vegna P/F Fakfelag er: Pætur Niclasen, paetur@skfelag.fo.


Nevndarlimir

Pætur Niclasen, nevndarformaður - S&K felagið 

Súni F. Selfoss - Starvsmannafelagið 

Óluva í Gong - Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Niels á Reynatúgvu - Føroya Tele 

Suni Simonsen - Føroya Handverkarafelag 

Páll Hansen - Føroya Maskinmeistarafelag 

Jógvan Philbrow - Føroya Pedagogfelag


Tey 20 fakfeløgini, sum mynda P/F Fakfelag eru: 

Arkitektafelag FøroyaFøroya Skipara- og NavigatørfelagLjósmøðrafelag Føroya
BioanalytikarafelagiðFøroya VerkfrøðingafelagMaskinmeistarafelag Føroya
ErgoterapeutfelagiðFysioterapeutfelag FøroyaMusikklærarafelag Føroya
Felagið Føroyskir SjúkrarøktarfrøðingarHavnar ArbeiðskvinnufelagS & K Felagið
Felagið Radiografar í FøroyumHeilsuhjálparafelag FøroyaStarvsmannafelagið
Føroya HandverkarafelagHeilsurøktarafelagiðYrkisfelagið Miðnám
Føroya PedagogfelagKost- og Føðslufelag Føroya


FÍGGJARVIÐURSKIFTI

Arbeiðsgevarar flyta eftirløn á hetta kontonummar: 9181-478.898.4. 

Privat inngjøld, sum ikki rinda skatt, verða goldin umvegis PBS.

Etiskt og sosialt ráðiligar íløgur


Íløguvirksemið hjá Tryggingarfelagnum LÍV (Lív 2) og LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagnum (Lív 3) verður skipað soleiðis, at málið um hægst møguligt avkast verður rokkið, samstundis sum atlit verða tikin til, at íløgurnar eru etiskt og sosialt ráðiligar. 

Tann størsti parturin av íløgunum hjá báðum feløgunum verður umsitin av íløgurøktarum uttan fyri felagið. Í avtalum við íløgurøktararnar verður skrivað, at dentur áhaldandi skal leggjast á at halda grundleggjandi mannarættindi. Málið er, at ILO-sáttmálin um ikki at misnýta barnaarbeiði, ikki at gera nýtslu av tvingsilsarbeiði, ikki at gera mismun millum kyn á arbeiðsplássinum og at virða felagafrælsið verður hildin. 


Umframt hetta leggja vit dent á ikki at gera íløgur í feløg, ið framleiða ella menna tyssibumbur, kjarnorkuvápn, landminur ella avgerandi lutir í hesum sambandi. Heldur ikki verða íløgur gjørdar í feløg, hvørs høvuðsvirksemi er tubbaksframleiðsla ella hevur høvuðsinntøku frá hesum virksemi. 


Gerst íløgurøktarin kunnugur við, at felag, ið Tryggingarfelagið LÍV (Lív 2) og LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelagið (Lív 3) hevur gjørt íløgu í, opinlýst ikki heldur omanfyristandandi reglur, verður boðað tryggingarfeløgunum frá hesum. Harumframt hevur íløgurøktarin skyldu til at boða frá, um ein fyritøka, sum tryggingarfeløgini eiga partabrøv í, gerst partur av almennari atfinning ella er drigin upp í sakarmál av stórum týdningi viðvíkjandi etiskum, sosialum ella umhvørvisligum viðurskiftum, sum hava við atburðin hjá fyritøkuni at gera. 


Fyri at tryggja opinleika um partabrævaíløgurnar verður listin við øllum partabrøvum við síðst farna árslok lagdur á heimasíðuna hjá LÍV. 


Samtykt á nevndarfundi 23. juni 2008

 Í 2012 legði LÍV um frá miðal- til marknaðarrentu. Samstundis bleiv gjørd ein nýggj íløguskipan fyri allar kundar, sum hava eina marknaðarrentuavtalu. Á tryggingarmáli nevnist hetta ein lívlagað skipan, sum merkir, at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir fram til eftirlønaraldur. 

Íløgurnar verða gjørdar í tveimum bólkum. Munurin á hesum bólkum er býtið millum láns- og partabrøv. Teir kundar, sum hava millum 0 og 10 ár fram til eftirlønaraldur, fáa tillutað eitt vektað íløguavkast úr bolki 1 og 2. 


DØMI: Kundi við 4 árum fram til eftirlønaraldur fær tillutað 40% av avkastinum úr bólki 1 og 60% av avkastinum úr bólki 2. 


Ein lívlagað íløguskipan gevur okkum betri møguleikar at laga íløguprofilin til einstaka kundan fyri at fáa betri javnvág millum aldur og tiknan íløguváða. 

Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at felagið ikki verður so meint rakt, um ein íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast. 

Tú sleppur frá at velja millum váðabólkar og fylgja við marknaðargongdini, tí vit gera hetta fyri teg. Undir "Íløguyvirlit fyri LÍV II og III" finnur tú eitt fullfíggjað virðisbrævayvirlit, sum vísir, hvørjar íløgurnar hjá felagnum eru. 


 Lívlagaða eftirlønarskipanin er lýst á myndini niðanfyri. 

P/F LÍV Holding (LÍV1) : 496588 
P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV2) : 582484 
P/F LÍV Lívs- og Pensjónstryggingarfelag (LÍV3) : 601683


ÁRSFRÁGREIÐINGAR

Heinta ársfrásøgn 2008 niðanfyri sum pdf

ársfrásøgn hjá Føroya Lívstrygging 2008

Heinta ársfrásøgn 2007 niðanfyri sum pdf

ársfrásøgn hjá Føroya Lívstrygging 2007