Lat okkum hjálpa tær at seta saman fíggjarliga trygdarnetið, 
so hongur tað ikki á tær


ALT Á EINUM STAÐ


ÓBINDANDI PRÁT

Flestu okkara eru sera umhugsin tá hús, bilur, innbúgv og aðrar ognir skulu tryggjast. Vit gloyma til tíðir, at tað eru vit sum persónar, sum borga fyri teimum umstøðum vit liva í. Missur av ognum er harmiligt, men rakar neyvan líka hart sum missur av arbeiðsorku ella um makin fellur frá. 


Tí eiga vit í góðum árum at tryggja okkum sjálv og okkara nærmastu á skynsaman hátt. Havast skal eisini í huga, at longri inngjaldingarskeiðið er fram til eftirlønaraldurin, lægri er upphæddin, sum skal setast av á hvørjum ári. Tað er einki at bíða við, kom inn á gólvið til eitt óbindandi prát



RØTTU TRYGGINGARNAR

Eru tínar tryggingar rætt settar saman, tá hugsa verður um: 


 • Hjúnastøðu

 • Sambúgva 

 • Børn 

 • Húsakeyp 

 • Lønarlag v.m. 


Tá tað henda broytingar í tínum lívi, eigur tú at kannað eftir um tryggingarnar framvegis standa mát við tørvin hjá tær. Tú ert altíð vælkomin inn á gólvið til eitt prát, so vit í felag kunnu finna fram til hvør samanseting passar best til tín.

EFTIRLØNARUPPSPARING Á EINUM STAÐ

Vanliga ráða vit til, at tú samlar tína eftirlønaruppsparing á einum staði. 

Tað gevur betri innlit, og tá er eisini lættari at tillaga samansetingina soleiðis, at hendan stendur mát við tín tørv og ynskir. Tað er oftast peningur at spara, tá tú ikki skalt rinda umsitingargjald í fleiri støðum. Tað kunnu tó vera støður, sum gera, at tað ikki loysir seg at flyta tína samansparing. Set teg í samband við okkum, so vit í felag finna fram til bestu loynsnina til tín. 


Tú ert vælkomin at ringja til okkum á tlf. 31 11 11 og avtala eina tíð til samrøðu við ein kundaráðgeva.


PENSJÓNSSAMANSPARING


Vit hava skipað pensjónspartin soleiðis, at hesin er einfaldur at umsita. Okkara arbeiðsháttur og sparsemi í fyrisiting tryggjar tær ein lægri kostnað, eitt betri avkast og harvið eina hægri pensjón. Vit ynskja fult gjøgnumskygni og dylja ikki umsitingargjaldið. Fyri okkara marknaðarrentuavtalur er umsitingargjaldið 6% av árliga inngjaldinum + eitt árligt grundgjald á kr. 300.

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, spara vit upp til tína eftirløn fyri teg. Eftir 3 mánaða óarbeiðsføri, heldur LÍV fram við tínum inngjaldi, so leingi óarbeiðsføri stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur. 

Sostatt hevur tú vissu fyri, at inngjaldið til tína pensjón ikki brádliga steðgar, um óarbeiðsførið rakar í eitt longri tíðarskeið.  

Tað verður goldin 40% eftirlønarskattur av inngjaldinum, og útgjaldið er sostatt skattafrítt. Inngjøld fram til 1. januar 2014 – og rentan av hesum virði – fylgja teimum avtalum um útgjald, sum gjørdar eru frammanundan. Útgoldið verður í tráð við ásetingarnar í Rentutryggingarlógini.

Um tú doyrt áðrenn eftirlønaraldur, verður uppsparda virðið útgoldið til næsta avvarðandi, uttan so at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Við gildi frá 1. januar 2014 fingu vit nýggja Eftirlønarlóg.


Ásetingarnar fyri útgjald eru soljóðandi:


Lívrenta
Minst 45%
Lutaeftirløn
Mest 55%
Kapitalútgjald
Mest 15%
Í minsta lagi 45% av samanspardu eftirlønini skulu verða útgoldin sum Lívrenta. Hetta verður goldið út mánaðarliga, frá tú fyllir 67 ár, og so leingi tú ert á lívi.
Í mesta lagi 55% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum Lutaeftirløn, ið verður goldin út í eins stórum lutum mánaðarliga í eitt tíðarskeið, sum er minst 10 ár.
Í mesta lagi 15% av samanspardu eftirlønini kunnu verða útgoldin sum kapitalútgjald, ið verður goldið út í einum.



Er samlaða eftirlønarsamansparingin minni enn kr. 400.000,- kunnu upp til kr. 60.000,- verða rindaðar út í einum, og restin verður goldin út við upp til kr. 2.500,- um mánaðin, til alt er útgoldið.


PERSÓNSTRYGGINGAR


Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar sum samlagstrygging. Tað vil siga, at hesar tryggingar verða teknaðar í einum stórum felags bólki. Hetta gevur betri javnvág, tá hugsað verður um skaðagongd og prísáseting. Hjá okkum fær kundin ágóðan, tá avlop er í bólkinum. Grundað á samansetingina hevur LÍV seinastu árini lækkað upprunaliga prísin við 40%. 

Fyri at lætta um fíggjarliga, um tú ella børn hjá tær verða rakt av ávísum hættisligum sjúkum, bjóða vit eina trygging, sum gevur rætt til útgjald eftir nærri ásettum reglum.

Ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er tú, sum gert av, hvussu upphæddin verður brúkt.

Tryggingin fevnir um børn upp til 18 ára aldur. Les nærri um treytir fyri hvørjar sjúkur/sjúkuavgerðir eru fevndar av tryggingini, og hvørjar reglurnar eru fyri útgjaldi. Yvirlitið er dagført per 01.01.2017.


ÁVÍSAR HÆTTISLIGAR SJÚKUR - TREYTIR

Óarbeiðsførið kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint. Tí bjóða vit tær at tekna eina óarbeiðsføristrygging, sum við einum mánaðarligum útgjaldi kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til. Tú hevur rætt til hesa veiting, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira. Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.

Til tín sum ynskir ein alternativan møguleika, tá viðgerðartilgongdin gerst ov long. Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi. Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva. LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Mølholm Forsikring í Danmark. 

Nærri ásetingar og treytir finnur tú á heimasíðuni mølholm-forsikring.dk.



MØLHOLM-FORSIKRING


UMSITINGARGJALD & KUNDAVIÐURSKIFTI


Umsitingargjaldið er lækkað munandi seinastu árini og er nú komið niður á 6% av árliga inngjaldinum + kr. 300,- í grundgjaldi fyri teir kundar, sum hava eina marknaðarrentuavtalu.

LÍV hevur nógvar upplýsingar um síni viðskiftafólk. Upplýsingar, sum kunnu verða viðkvæmar, um tær verða latnar óviðkomandi. LÍV hevur tørv á tínum upplýsingum fyri at kunnu røkja tínar tryggingar á bestan hátt, og fyri at tillaga tryggingarnar til júst tín tørv. Allar upplýsingar verða sjálvsagt viðgjørdar í trúnaði á LÍV. Upplýsingarnar, sum eru skrásettar hjá LÍV eru bústaður, p-tal, heilsustøðu osfr. Flestallar eru frá tryggingartakarunum sjálvum. Aðrar upplýsingar hevur tryggingartakarin givið LÍV loyvi til at innheinta. LÍV hevur skyldu til at lata almennum myndugleikum ávísar upplýsingar um síni viðskiftafólk í sambandi við sítt virksemi. Bert neyðugar upplýsingar verða latnar. Um tú ikki hevur givið LÍV loyvi til at lata øðrum upplýsingar um teg, verða upplýsingar bert latnar í samsvari við løgtingslóg um tryggingarvirksemi og løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum. Hetta verður bert gjørt í serligum førum, um tað er neyðugt fyri at røkja tíni áhugamál og tína trygging. Tú ert vælkomin at venda tær til okkum, um tú ivast í, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg. Eisini um tú ivast í, hvørjar upplýsingar LÍV kann lata øðrum, um tú hevur givið loyvi til tess. Eitt ómaksgjald kann verða ásett, um tú vilt hava skrivligt svar uppá, hvørjar upplýsingar vit hava skrásettar um teg.


LÆTT AT KOMA Í GONGD


3 prísdømir

Dømi  1

Mánaðarligt gjald kr. 162,50
  • Trygging fram til fylta 67 ár 

  • Upphædd við deyða:
  • 15 - 49 ár                           kr. 500.000,- 
  • 50 - 54 ár                           kr. 400.000,- 
  • 55 - 66 ár                           kr. 300.000,- 
  • Upphædd “ávísar hættisligar sjúkur”
  • kr. 125.000,- 


Ja takk

dømi  2

Mánaðarligt gjald kr. 262,50
  • Trygging fram til fylta 67 ár 

  • Upphædd við deyða:
  • 15 - 49 ár                       kr. 1.000.000,- 
  • 50 - 54 ár                       kr.     800.000,- 
  • 55 - 66 ár                       kr.     600.000,- 
  • Upphædd “ávísar hættisligar sjúkur”
  • kr. 125.000,- 


ja takk

dømi  3

Mánaðarligt gjald kr. 602,50
  • Trygging fram til fylta 67 ár 

  • Upphædd við deyða:
  • 15 - 49 ár                       kr. 750.000,- 
  • 50 - 54 ár                       kr. 600.000,- 
  • 55 - 66 ár                       kr. 450.000,- 
  • Upphædd “ávísar hættisligar sjúkur”
  • kr. 125.000,-
  • Árlig veiting í sambandi við óarbeiðsføri
  • kr. 92.800,-   
ja takk


SAMBAND

Hevur tú spurningar ella ivamál hoyra vit fegin frá tær. Send okkum eini boð her á síðuni og minst til at skriva títt p-tal, so vit eru vís í at samskifta við rætta viðkomandi.

Samband við LÍV


Vitja okkum mánadag - hósdag kl. 10-16
og fríggjadag kl. 10-15

Kopargøta 1 – Boks 206 - 110 Tórshavn

Tú er vælkomin at skriva eini boð til okkara niðanfyri við at fylla út teigarnar.
Vinarliga minst til at skriva inn P-talið.

+298 31 11 11 / fax + 298 35 11 10