Marknaðarinnlit – 1. ársfjórðing 2019

  • 15 Apr 2019
  • - LÍV

Aftur og fram…

Samanborið við 4. ársfjórðing 2018, so var 1. ársfjórðingur ein mótsetningur, serliga innan partabrævamarknaðin.  

 

Hækkandi partabrøv og lækkandi rentur 

Í 1. ársfjórðingi 2019 var staðfest, at bull-marknaðurin innan partarbrøv hevur vart í 10 ár. Tað sum eyðkennur ein bull-marknað er, at partabrøvini ikki hava havt eina afturgongd omanfyri 20%. Um man hyggur eftir desember, so var afturgongdin omanfyri 19%, so tað var tætt. 

 

Hækkandi partabrøv og lækkandi rentur hava eyðkent 1. ársfjórðing 2019. Partabrævaavkastið fyri januar 2019 var tað hægsta januar-avkastið síðani 1987. Partabrævaavkastið fyri desember 2018 var tað lægsta desember-avkastið síðandi 1931. So skjótt kann venda. Hyggur man eftir avkastinum fyri ársfjórðingin, so var avkastið eitt tað besta í fleiri ár. 

Ein orsøk til, at partarbrøvini sveiggja so nógv frá mánað til mánað vóru útmeldingarnar frá amerikanska tjóðbankanum. Seinasta árið hevur tjóðbankin hækkað rentuna við føstum millumbili. Nú sigur tjóðbankin, at rentuhækkingarnar eru steðgaðar í fyrsta umfari, tí tjóðbankin óttast, at rentuhækkingarnar fara at merkjast í amerikanska búskapinum. Tað hevur eisini havt týdning, at kunngjørdu roknskapirnir í januar vóru betri enn væntað, umframt at handilssamráðingarnar millum Kina og Amerika hava verið jaligar.   

Tá partabrøvini klára seg væl, so plagar at verða umvent fyri lánsbrøvini. Men í 1. ársfjórðingið hevur hetta ikki verið galdandi tí, umframt partabrøvini, hava lánsbrøvini eisini havt eitt jaligt avkast, tí rentan er lækkað og harvið lánsbrævakursurin hækkaður. Umframt útmeldingina frá amerikanska tjóðbankanum, so broytti tann evropeiski miðbankin sína útmelding. Áður væntaði man, at rentan í Evropa skuldi hækka eftir summarið 2019, men nú væntar miðbankin, at rentan í fyrsta lagið hækkar í 2020. Eisini segði miðbankin, at man umhugsar um bankar kunnu sleppa undan at gjalda negativa rentu, sum eygleiðarar meta eisini talar fyri, at rentuhækkingin er útsett. At rentuhækkingar eru útsettar kann eisini merkja, at tað er ikki nakað stórvegis trýst á inflasjónina.  

Sjálvt um partabrøvini eru hækkað, so hava kunngjørdu búskaparligu lyklatøl og frágreiðingar víst, at fleiri lond hava avbjóðingar við búskaparvøkstrinum. Hvørki Brexit ella handilsósemjan millum Kina og Amerika eru loyst, tó samráðingar eru enn. Altjóða gjaldoyragrunnurin hevur lækkað vakstrarmetingina fyri heimsbúskapin. Ein lækkandi vøkstur kann fáa týdning fyri inntøkumøguleikarnar hjá fyritøkunum og harvið partabrævakursin. 

Nógv hevur verið skrivað um rentumunin millum 3-mðr og 10-ára ríkisrentuna í Amerika í 1. ársfjórðingi. Orsøkin er tann, at tann 22. mars var 3-mðr rentan hægri enn 10-ára rentan. Tá tað hendur, so verður sagt, at ein minking í búskaparvøkstrinum kann væntast komandi tíðina. Seinastu 10 ferðirnar, tá 3-mðr hevur verið hægri, so er búskaparvøksturin lækkaður aftaná 8 ferðir. Avbjóðingin er at meta um hvussu stór ein lækking talan er um. 

 

Avkastgongdin

Allir íløgubólkarnir høvdu eitt jaligt avkast í 1. ársfjórðing 2019. Sum nevnt omanfyri, so var tað serliga partabrøvini, sum góvu tað størsta jaliga ískoytið til samlaða avkastið. Hetta er eisini í tráð við, at tær váðafúsu íløgurnar geva størsta vinning, tá tað gongur gott. Tey tryggu lánsbrøvini høvdu tað lægsta ískoyti, tó jaligt, til samlaða avkastið. 

 

Tað eru partabrøvini, sum hava tær hægstu avkast væntanirnar. Men sjálvt um hetta er galdandi, so skal man hugsa um váðaspjaðing, og harvið íløgusamanseting, heldur enn einans gera íløgur í partabrøv. LÍV ger íløgur í fleiri íløgubólkar og kom hetta til sín rætt, tá man hyggur eftir avkastinum fyri 2018.

Tá nakað óvæntað hendur, so verða partabrøvini, ella tær váðafúsu íløgurnar, hart raktar. Man skal ikki gloyma, at avkast og váði fylgjast, men tá man hevur eitt langt íløgutíðarskeið, so kann man átaka sær ein hægri váða. 

Partabrævabólkurin hevði eitt avkast hægri enn 10% 1. ársfjórðing 2019. Tey tryggu lánsbrøvini omanfyri 1,5%, meðan virkislánsbrøvini næstan 5%. Um man hugsar aftur til desember 2018, so hevur gongdin seinastu mánaðirnar verið jalig fyri kundarnar.

 

Komandi ársfjórðing

Aftaná hvønn ársfjórðing skulu fyritøkurnar kunngerða roknskapin fyri undanfarna ársfjórðing. Komandi roknskapir verða áhugaverdir, tí feløgini skulu meta um sínar inntøkumøguleikar fyri 2019. Tað hava verið avbjóðingar við búskaparvøkstrinum í heiminum og spurningurin er um hetta kemur at ávirka útmeldingarnar. Um fyritøkurnar lækka sínar inntøkumøguleikar meira enn hvat marknaðurin væntar, so kann tað fáa eina neiliga ávirkan á partabrævakursirnar.

Sum skrivað, so hevur altjóða gjaldoyragrunnurin lækkað sína meting fyri vøkstrinum í heimsbúskapinum. Í juni kemur ein dagføring av gongdini í ES, framd av ES. Hendan frágreiðingin verður eisini brúkt av evropeiska miðbankanum, sum ásetur rentustøðið í Evropa. 

 

Á politiska pallinum er val í ES, Brexit-samráðingar og handilssamráðingar millum Kina og Amerika. 

 

Allir íløgubólkarnir høvdu eitt jaligt avkast í 1. ársfjórðing 2019

Share on :