Farmakonomforeningen hevur gjørt pensjónsavtalu við LÍV

  • 11 Apr 2019
  • - LÍV

Farmakonomforeningen og Tryggingarfelagið LÍV hava undirskrivað eina nýggja pensjónsavtalu við gildisdegi frá 1. juni 2019. Avtalan er galdandi fyri øll, sum starvast á føroyska sáttmálaøkinum hjá Farmakonomforeningen. 

Tað er ein nýggj byrjan í tryggingar- og eftirlønarhøpi hjá Farmakonomforeningen, tí undanfarnu árini hevur avtalan verið við aðrar pensjónsveitarar í Danmark og í Føroyum. 

”Som formand for Farmakonomforeningen er jeg glad for, at vi langt om længe har fået lavet en god aftale for vores færøske medlemmer med en færøsk udbyder. Det betyder også, at de fremover vil få rådgivning på færøsk omkring færøske forhold”, sigur Christina Durinck forkvinna í Farmakonomforeningen. 

Í fyrstu atløgu eru tað á leið 80 fólk, sum verða fevnd av tryggingar- og pensjónsavtaluni. 

”Vit fegnast um, at Farmakonomforeningen hevur valt LÍV sum veitara á tryggingar- og eftirlønarøkinum. Økta tilgongdin kemur øllum viðskiftafólkunum til góðar, og fara vit at gera okkara til at veita føroysku farmakonomunum eina góða tænastu. LÍV lækkaði umsitingarkostnaðin annað árið á rað í 2018, og tað kemur øllum viðskiftafólkum hjá LÍV til góðar” sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV. 

Í mai mánaði verður skipað fyri kunnandi fundum í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri. Tá fáa øll, sum gerast partur av nýggju avtaluni, kunning um innihaldið áðrenn skiftið 1. juni 2019. Eisini er møguleiki at fáa persónliga ráðgeving til hesar fundir. 

LÍV ynskir øllum føroyskum farmakonomum vælkomnum í nýggju skipanina. 

 

Som formand for Farmakonomforeningen er jeg glad for, at vi langt om længe har fået lavet en god aftale for vores færøske medlemmer med en færøsk udbyder. Det betyder også, at de fremover vil få rådgivning på færøsk omkring færøske forhold, sigur Christina Durinck forkvinna í Farmakonomforeningen.

Share on :